Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá ófaklærdum til faklærd – gott fyri allar partar

Sirið Stenberg og Gunvør Balle

Í Føroyum finst ein stórur hópur av ófaklærdari arbeiðsmegi. Ein av bólkunum starvast sum hjálparfólk á pedagogiska økinum, tað veri seg á dagstovnum, serstovnum, verkstøðum, sambýlum o.s.fr. Somuleiðis finst ein stórur bólkur, sum starvast sum dagrøktarar, og hesi eru flest øll ófaklærd.

Útbúgving til námsfrøðilig hjálparfólk

Frá ófaklærdum til faklærd – gott fyri allar partar

Í Føroyum finst ein stórur hópur av ófaklærdari arbeiðsmegi. Ein av bólkunum starvast sum  hjálparfólk á pedagogiska økinum, tað veri seg á dagstovnum, serstovnum, verkstøðum, sambýlum o.s.fr. Somuleiðis finst ein stórur bólkur, sum starvast sum dagrøktarar, og hesi eru flest øll ófaklærd.

Hóast stórt tal av námsfrøðingum verða útbúgvin á hvørjum ári, er tað ein sannroynd, at

tað í ávísum økjum í landinum ofta er torført hjá dagstovnum at fáa nøktandi tal av pedagogum í

starv, tí hesi tykjast heldur velja sær størv aðrastaðni. Tí eru hjálparfólkini í ávísum føri ein tann

berandi starvsfólkamegin á dagstovnunum. Og tað merkir, at tað hevur stóran týdning at fáa styrkt

tað fakliga støðið hjá hjálparfólkunum við, at tey kunnu fáa eina útbúgving. Harumframt er tað helst

meiri gevandi og nøktandi hjá hjálparfólkunum at fara til arbeiðis aftaná, at tey hava haft møguleika

fyri at styrkt um sínar ofta drúgvu arbeiðsførleikar við nakað av teori og pedagogiskum amboðum.

Hesar royndir eru vælkendar frá útbúgvingunum á heilsuøkinum, har arbeiðsmegin fyri fáum árum

síðan var ófaklærd, og har man í dag kann útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara. Tí hevur

heilsuøkið sum heild fingið eitt førleikalyft.

Fyri ein stóran part av teimum ,sum starvast sum ófaklærd letur tað seg ikki gera at fara á Fróðskaparsetrið at lesa til námsfrøðing, tí her krevst miðnámsprógv ella líknandi. Ein partur av ófaklærdu arbeiðsmegini er

tilkomin fólk, sum hava trupult við at lúka krøvini til námsfrøðiútbúgvingina, og hava kanska

heldur ikki fíggjarligar møguleikar at fara undir so langan lestur.

Grannalondini hava sett á stovn útbúgving til “pædagogisk assistent”. Útbúgvingarnar eru ikki heilt

eins í grannalondunum, men eru áleið 2 ára langar og hava sum krav, at umsøkjarin hevur 10. floks

prógv, ella 9. flokk og arbeiðsroyndir. Í grannalondunum hava fólk møguleika at fara beinleiðis

víðari til námsfrøðing, tí har er námsfrøðiútbúgvingin ikki á universitetsstøði. Henda trupulleika

kann man loysa í Føroyum við annaðhvørt at leingja pedagoghjálpara útbúgvingina, ella bjóða eitt

ískoytisskeið til tey, sum ætla sær undir víðari lestur. Her má møguleikin at útbúgva seg víðari og allatíðina at kunna byggja á verandi útbúgvingar vera til staðar. Tí er eitt ískoytisskeið ein góð loysn, tí rúm má bæði vera fyri teimum, sum einans ynskja ta útbúgvingina, eins og fyri teimum, sum vilja lesa víðari.

Ófaklærda arbeiðsmegin er ein viðbrekin bólkur. Tey eru í størri vanda fyri at enda í arbeiðsloysi og

harvið uttan fyri arbeiðsmarknaðin í annaðhvørt avmarkað tíðarskeið ella longri. Hetta kann so aftur

hava við sær aðrar sosialar trupulleikar tengdar at støðuni. Við at seta útbúgvingina á stovn fáa fólk

møguleika at fáa tættari tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og harvið aloftast betri livikor. Uppskotið skal tí síggjast sum liður í at steðga fólkafráflytingini og sum førleikamenning av arbeiðsmegini.

Skúladepilin í Suðuroynni hevur arbeitt við hesi ætlan eina tíð, og tey meta seg før fyri at bjóða

útbúgvingina út. Fyrireikandi fundir hava verið millum Skúladepilin og Mentamálaráðið, og partur

av forarbeiðnum er gjørt.

Tað er umráðandi ,í eini tilgongd við at stovnaseta nýggja útbúgving, at hava allar partar við, tí er tað

sjálvsagt, at Pedagogfelgið, Fróðskaparsetrið og Skúladepilin i Suðuroynni samstarva við

Mentamálaráðið um útbúgvingina, og at aðrir relevantir partar vera við eftir tørvi.

Sirið Stenberg og Gunvør Balle

Tjóðveldi