Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá ongum til 27 spælarar

Jákup Ósá

– Tað er sera gleðiligt, at vit aftur síggja nógvar gentur, ið vilja spæla hondbólt við Stjørnuni.

Tað sigur Jastrid Gullaksen, forkvinna í hondbóltsfelagnum Stjørnuni við heimasíðuna hjá HSF.

Tað sá alt annað enn bjart út við kappingarársbyrjan 2016/17 hjá kvinnufelagnum í Klaksvík. Í august, tá farið varð undir fyrstu venjingarnar hjá G12, var tað eingin genta sum møtti.

– Ja, ein heil høll og ongar gentur. Í G10 vóru bara nakrir heilt fáir spælarar, og í G14 var júst nokk gentur til eitt lið, greiðir forkvinnan frá.

Nevndin í Stjørnuni visti sum var, at okkurt skuldi gerast beinanvegin, um felagið skuldi yvirliva.

– Vit meldaðu tvey lið til landskappingina í G10 og G12, sjálvt um vit ongar gentur høvdu. Eisini varð byrjað aftur við U6 og U8. Vit settu eisini ein góðan høvuðsvenjara, ið venur allar deildirnar í Stjørnuni. Afturat honum fingu vit fleiri føroyskar vaksnar og yngri hjálparvenjarar til ungdómsliðini. Síðan royndu vit at hampa um okkara sosialu miðlar og varpa út, at tað var stuttligt og kul at spæla hondbólt, greiðir Jastrid frá á heimsíðuni hjá HSF.

Tað vísti seg at rigga. Tað løgdust fleiri og fleiri gentur til hjá Stjørnuni og tá farið var undir hetta kappingarárið, vóru 27 gentur til fyrstu venjing hjá G12, samanborið við onga í fjør.

– Í G12 eru úti við 30 gentur til venjing hvørja ferð og allar eru raskar at møta upp at venja tvær ferðir um vikuna. Eisini í hinum deildunum er ein hækking, sigur ein væl nøgd forkvinna.

Stjørnan hevur í dag tvey lið í G10, tvey í G12, eitt í G14, tvey í G16 og eitt í G18, 2.deild, 1. deild og í hvonn-deildini, skrivar heimasíðan hjá HSF.