Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráboðan frá Atlantic Airways

Oliver Joensen

Tiltakstyrlan OY HSJ var tøk, og bjargingarmanningin var tilbúgvin, tá boð komu um óhapp á skipi sunnan fyri Føroyar í gjárkvøldið.

Flogskiparin á vaktini hevur skyldu til at gera eina váðameting, tá umbønir um bjargingarhjálp koma, til tess at meta um, hvørt tað ber til at hjálpa uttan at seta fleiri mannalív í váða.

Flogskipari og manning mettu í gjárkvøldið, at tað var ikki ráðiligt at fara undir eina hoistoperatión úti til havs við teimum operativu umstøðunum, sum vóru. Veðrið var ikki til vildar, og tiltakstyrlan hevur ikki somu útgerð sum primera bjargingartyrlan, ið var til umvælingar.

Tyrlutænastan hevði frammanundan uppkallinum boðað frá, at tilbúgvingin var operationelt avmarkað til flutning út á tyrupallar í myrkri, um veðrið var gott, men skiparin vildi kortini meta um konkretu støðuna, um eitt uppkall kom.

Tá uppkallið kom, metti hann ikki, tað var ráðiligt at fara undir missiónina, sum kravdist fyri at fáa skadda mannin av skipinum uttan at seta fleiri lív í váða. Og óvist er, um hann hevði kunnað gjøgnumført missiónina, sjálvt um høvuðstyrlan var tøk, tí fráboðaðu floglíkindini vóru so vánalig.

Atlantic Airways tekur í størsta álvara sín lut í eftirmetingini av syrgiligu hendingini í gjár saman við avvarðandi myndugleikum.

ATLANTIC AIRWAYS

Magni Arge, stjóri