Vit hava verið tveir túrar síðani páskir, og fiskiskapurin hevur verið heldur frægari. Í gjár raktu vit blett, sigur Eyðólvur Vang, skipari á Kallanes.
Tað hevur hildnast betur við fiskiskapinum hjá okkum síðani páskir. Men tað er kanska ikki so undarligt, tí eitt nú í gjár, tá vit vóru norðanfyri, og strektu kanska einar 10 fjórðingar eystur og vestur, sóu vit ikki eitt einasta skip ella bát. Vit sýntust at eiga Norðhavið fyri okkum sjálvar. Tað var dýrdarvegur við sól og besta streymi. Løgi, tí her plagdi vera heilur býur av skipum.
Fyrradagin høvdu við knapt 8000 pund og í gjár knapt 7000 pund. Í gjár raktu vit blett, tí hýsuprísurin var í topp, 20 krónur fyri kilo og størra helvtin hjá okkum var hýsa.
Vit fóru ikki útaftur í gjárkvøldið, tí hann segði vind høgt, sigur Eyðólvur Vang, skipari á Kallanesi.




