At virka fyri sælu og rættvísi hesumegin deyðan var fyri franska rithøvundin Albert Camus hetta: Yvirgangur og einaræði kunnu ongantíð rættvísgerast. Einki mál er so dragandi, at tað loyvir harðskapi og kúgan. Einki rættsiktað menniskja eigur at lata sær lynda, at frælsið verður hótt. Tá eiga vit at ressast og stríðast ímóti. Frælsi er ikki nakað, tú fært, tað mást tú taka – og tað krevur annað skinn um bak. Tú eigur hvørki at vera bøðil ella offur. Liðin eru hundrað ár síðan Camus varð borin í heim. Hann læt úr hondum 20 ymisk verk á óbundnum máli, skaldsøgur og stuttsøgur, sjónleikir, ritroyndir og einstøk heimspekilig rit. Á bundum máli royndi hann seg ongantíð beinleiðis. Á føroyskum eru tvær skaldsøgur eftir hann, »Fremmandamaðurin« og »Pestin«
At virka fyri sælu og rættvísi hesumegin deyðan var fyri franska rithøvundin Albert Camus hetta: Yvirgangur og einaræði kunnu ongantíð rættvísgerast. Einki mál er so dragandi, at tað loyvir harðskapi og kúgan. Einki rættsiktað menniskja eigur at lata sær lynda, at frælsið verður hótt. Tá eiga vit at ressast og stríðast ímóti. Frælsi er ikki nakað, tú fært, tað mást tú taka – og tað krevur annað skinn um bak. Tú eigur hvørki at vera bøðil ella offur.
Liðin eru hundrað ár síðan Camus varð borin í heim. Hann læt úr hondum 20 ymisk verk á óbundnum máli, skaldsøgur og stuttsøgur, sjónleikir, ritroyndir og einstøk heimspekilig rit. Á bundum máli royndi hann seg ongantíð beinleiðis. Á føroyskum eru tvær skaldsøgur eftir hann, »Fremmandamaðurin« og »Pestin«
Heimsgitni rithøvundurin, nobelvirðislønarmóttakarin Albert Camus var føddur í Dréan í Algier 7. november 1913 og eru sostatt liðin hundrað ár síðan. Á føroyskum eru eftir hann »Fremmandamaðurin« (»L’Étranger«, 1942 ) og »Pestin« (»La Peste«, 1947). Ta fyrru týddi Jóhs. av Skarði, ta seinnu týddi Chr. Matras.
Í sambandi við hundrað ára merkisdagin skulu vit siga nøkur orð um Albert Camus, ið saman við Jean-Paul Sartre setti sín serstaka dám á tilverustevnuna (eksistensialismuna) innan heimsbókmentirnar í farnu øld. Sjálvur sýtti Camus tó fyri at teljast upp í hetta liðið av bókmentafólkum. ….
LES MEIRA Í BLAÐNUM FRÍGGJADAGIN




