Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frælsi! Frælsi! Frælsi!

Eirikur í Jákupsstovu

Vit prenta røðuna sum Eirikur í Jákupsstovu helt til fólkafundin á doktaragrund á Ólavsøku

Tað kundi hent, at onkur undrast hví eg standi og rópi frælsi sum ein annar Mel Gibson, sum spælir William Wallace, í einum gomlum amerikanskum filmi.

Orsøkin er heilt einfalt, at bundna uppgávan frá Unga Tjóðveldið til mín var at røða um frælsi, og tá tey spyrja, so tosa vit um fullveldi, loysing ella bara vónina um statin Føroyar!

Meira enn 7 sekund eru farin, síðan eg kom upp her, og sambært kanningum fara tit at meta alla restina av røðuni eftir búkkensluni, sum tit hava beint nú.

Kanska skuldi eg lagt eitt sindur varligari út.

Tí veruleikin er, at alt í hesi røðu við listarligum flogi er stolið frá øðrum, og hvør einasti setningur er sagdur við íblástri frá fólki, sum eg annaðhvørt havi hitt á lívsleiðini, ella sum hava fortalt mær smáar sannleikar gjøgnum bókmentaverk ella líknandi.

Mel Gibson er til dømis longu nevndur.

Men hvat vita vit at siga um hetta frælsi, tá vit klippa píkatráð heilt inn har kjarnin býr, so frælsi fær eitt innihald?

Ja, hatta er Kári P.

Fyri at finna eitt svar royndi eg alt møguligt. Eg las fleiri yrkingasøvn, bøkur, orðabókina og til endans byrjaði eg eisini at ganga túrar til Kirkjubøar, haðani vit hava fingið eina rúgvu av tankum um tjóðskaparliga frælsið.
Íblástur til røður á hesum stað er ofta komin úr gomlu sosialistalondunum, og fleiri á hesum fundi hava ein forkærleika fyri londunum í Suðuramerika.

Í Venesuela hevur Nicolas Maduro havt sítt baks síðan Hugo Chavez legði árarnar inn. Tað hepna er tó, at Chavez, sambært Maduro, hevur tikið fuglaskap, og hevur í ringastu løtunum borið Maduro góð ráð til at stýra landinum.

Tí bleiv eg eitt sindur skakkur, tá eg eina náttina gekk mær ein túr til Kirkjubøar. Eg var ikki farin so langt úr Havnini og var næstan komin til Reynsmúlalág, tá eg sá eitt tjaldur nakað frá mær. Tað kom nærri og nærri, og tá eg stóð nærmast árakað talarastólin í lágni, var tjaldrið heilt tætt við meg. Tað var ein helt serlig uppliving, og sum tað nøkurlunda opna menniskja, sum eg eri, so fór eg at hugsa, um tað mundi vera nakað um tað, sum Maduro hevði sagt.

Mundi tað vera onkur reinkarnerað tjóðarhetja, sum nú kom til mín, og skuldi geva mær ráð sum fuglurin í fjørðuni?

Sjálvandi segði tjaldrið ikki ein skid!

Tað sá meira út sum, at tað vildi hava meg at sleppa mær burtur sum skjótast.

Tað eg vil við hesari søguni er nettupp at staðfesta, at tað er púra meiningsleyst at dyrka farnar kvinnur og menn. Vit skulu sjálvandi minnast tey, men teirra tíð er farin og okkara tíð er nú. Eyðkenni fyri fullveldisfólk ella hvat vit kalla okkum, hevur nettupp altíð verið at tora at bróta upp úr nýggjum.

Nú hevði sikkurt verið hóskandi at sagt alt møguligt logiskt um sjálvsavgerðarrætt, sjálvbjargni, sjálvhjálpni, sjálvræði, sjálvsábyrgd, sjálvstýri, sjálvstøðu og aðrar sjálvkomnar sjálvfylgjur sum sjálvgleði, sjálvgóðsku og sjálvklókskap til dømis. Men tað hevði helst verið sjálvreyp og eitt sjálvmál. Sjálvrannsakan er nokk eitt betri stað at byrja.

Tí sjálvt um vit – eg eri avgjørt onki undantak – ofta royna at gera frælsi til nakað logiskt og skilagott, so er frælsi fyrst og fremst nakað, sum býr í hjartanum ella ikki. Tað kann ikki alast fram við logikki. Men vit vilja helst hava, at tað er logikkur, tí so skal bara upplýsing til fyri at fáa øll í okkara part. Og so er tað ofta galdandi fyri okkum við frælsi í hjørtunum, at vit simpulten eru fór klók, belisin og avanserað til at vera kenslustýrd.

Helst skuldu vit júst farið tann vegin, at vit aftur góðtóka, at kenslur eru tað avgerandi fyri øll menniskju. Men nú kjansurin átti at verið nørt frælsið í hjørtunum hjá fólki, so standa vit sum nøkur býtt og bíða. Jóannes Nielsen, fyri nú at halda okkum til ein yrkjara, sum tjóðveldisfólkum dámar væl, hevur eina yrking, sum ikki fær lýst støðuna betri enn tað sama:

Ein summardag fyrst í trýssunum
stóð eg einsamallur á lendingini í Skálavík
hevði mítt lítla kuffert í hondini
og sá Smiril hvørva suður um Skálhøvda.
Báturin sum hevði flutt vørur og ferðafólk í land lá
longu fyri teymi
føldi meg vera í dýrastu neyð
tí eg kendi ongan og heldur ongin tók ímóti mær.
Ta løtuna hevði eg gloymt at pabba átti vinfólk í Skálavík
at hann hevði ringt til sjaførin á postbilinum og biðið hann
havt eyguni eftir mær.
Tí lætnaði tað fyri brósti tá ein maður sum kallaði seg Valdemar kom
til mín og spurdi hvør ið átti meg.
Eg svaraði at Svend og Marjun áttu meg
og at eg skuldi til Skopunar at vitja mammubeiggjan Ásbjørn.
Hann smíltist
kallaði meg vinurin
og saman við postsekkinum og nøkrum vørum
koyrdi hann meg til Skopunar í sínum gula Bedfordi.
Tilburðurin rann fram fyri meg ein dagin eg skuldi
heinta abbasonin.
Eg var ov seinur
fann hann einsamallan í skúlagarðinum
og ampin í hansara eygum var ikki ólíkur tí ampanum eg á
sinni kendi suðuri á lendingini í Skálavík.
Eg royndi at ugga hann
segði at í veruleikanum er mann ongantíð púra gloymdur
at tað altíð finst onkur Valdemar sum spyr hvør ein er og
hvagar leiðin gongur.
Abbasonurin svaraði at hann kendi ongan Valdemar
og eg segði at Valdemar var ein eingil
og tann dagin vit doyggja
heintar hann okkum í einum gulum bili
og vit koyra avstað til onkra bygd í Himmiríki
ikki ólík Skálavík ella Skopun.
Ivist í um abbasonurin trúði míni einglasøgu
helst er rættari at siga
at hann hesa løtuna í skúlagarðinum lærdi nakað grundleggjandi
um menniskjans kor:
at vit innast inni
altíð
standa aleina við eina lending og bíða.

Esmar Eysturoy segði í 90unum nakað tað sama: “Okkum tørvar ein persón, sum kann birta nýggja vón.”

Og tað er – fyri at brúka eina Amatøroyska vending – eitt “kempi problem”, at vit standa og bíða eftir einari messiastypu, sum skal koma við einum gulum bedfordi at bera okkum inn í frælsi.

Onkur heldur kanska, at tann persónurin er til, og kanska heldur onkur seg enntá vera tann, sum koma skal. Men eg haldi staðiliga uppá, at tann persónurin ikki er til, og at tað ikki er hesum persóninum, sum vit skulu bíða eftir.

Fyri at fara inn í eitt fyri okkum øgiliga ókontroversielt dømi, so vóru tað ikki Eiler Fagraklett og Sonja Jógvansdóttir, sum syrgdu fyri, at samkynd nú kunnu giftast í Føroyum. Tey gjørdu sjálvandi eitt risa arbeiði, men onki hevði borið til, um hjólini ikki vóru til reiðar at vera sett í gongd. LGBT hevði onki verið, um tað ikki var ein fólkslig rørsla, har fleiri og fleiri trinu fram og vístu sín stuðul.

Málið lá longu í hjørtunum á fólki.

Tað hevur uttan iva verið tað sama í undanfarnum tíðum á sjálvsstýrisleið. Tað eru nøkur fólk, sum eru í søgubókunum og hava fingið heiðurin fyri eina rúgvu, men hóast tey hava verið serstakliga skilagóð og framsíggin menniskju, so høvdu Føroyar til dømis… Ja, eg ætlaði ikki at brúka hetta dømið, men nú verður tað kortini… So høvdu Føroyar ongantíð valt loysing í 46, um tað ikki var fyri øll tey fólkini sum bæði stuðlaðu, skaptu og lótu seg inspirera. Erlendur, Sigurð, Andrea og hini kendu loysingarfólkini høvdu ongantíð fingið eitt ja til loysing, um tað ikki var orsaka av einari rúgvu av kringumstøðum, har serliga samvirkanin millum menniskju hevur verið avgerandi. Tey flestu av hesum menniskjum komu ikki í nakra søgubók, men tað var fylkingin, rørslan, føroyingar við frælsi í hjørtunum, sum eru orsøkin til, at Føroyar ikki endaðu við ringum kortum á hondini eftir seinna kríggið.

Tí haldi eg tað í grundini vera innihaldsleyst av bíða eftir einari rættari løtu og einum røttum persóni. Tað snýr seg nógv meira um, at vit hvør í sínum lagi gera okkara.

Tað haldi eg ikki, at vit gera.

Eg havi gott nokk stillað meg fram í dag, men teir allar flestu dagarnar hugsi eg meira um matpakkar, um børnini hava havt ein góðan dag í barnagarðinum og um mítt dagliga arbeiði, enn eg hugsi um statin Føroyar. Soleiðis vænti eg tað er hjá teimum flestu av okkum.

Men onkuntíð hendir okkurt í samskiftinum millum okkum samsintu. Onkur letur okkurt lítið orð falla, har eg brádliga kenni meg aftur, og eg fái eina fatan av, at har er ein persónur við frælsi í hjartanum. Vit eru allastaðni, og tað setur altíð nakrar positivar tankar í gongd, tá onkur óvæntaður verjir ætlanina um statin Føroyar. Onkuntíð haldi eg enntá, at vit fara at vera liðug at tjóðskapa okkum og gerast eitt veruligt land.

Akkurát í dag eru nógv av okkum á doktaragrund, men spurningurin er, um tey flestu av okkum gera so nógv meira enn tað. Frá mær sjálvum kann eg viðurkenna, at eg sjáldan sigi nakað alment um vónina um statin Føroyar.

Eg mátti smílast ein dagin eg ímillum andaligar bøkur á einari bókaútsølu sá pínslaváttasøguna hjá Sjúrði Skaale – hasa har 2000, tá Føroyar skuldi loysa.

Jú, kanska kann tjóðveldisflokkurin á onkran hátt samanberast við eina samkomu, men vóru vit veruliga ein samkoma, so vóru vit ein elendig samkoma!

Vit savnast um okkara endamál eina ferð um árið á Doktaragrund í føroyskum klæðum ímillum tivoli og nátturða, og játta okkara fatan umleið 4 hvørt ár einsamøll í einum kliva, aftaná vit hava koyrt gardinurnar heilt fyri, so ongin sær, hvat vit gera.

Tey, sum hava frælsi inni í onkrum øgiliga øgiliga myrkum króki í hjartanum og royna at køva tað sum frægast, siga onkuntíð speirekandi, at fullveldisfólk eru slík, sum standa og rópa loysing á einum trappusteini. Men tað gera vit ikki, og tað eru vit ikki.

Úrslitið er, at øll tilgongdin ímóti statinum Føroyar er farin at snúgva seg um, hvørt nøkur fá tons av ófiskaðum makreli, sum verða fiskað uppá eina lítla løtu, politiskt skulu býtast til Vágs ella Miðvág, ella um Víkar brádliga skulu gerast ein høvuðsattraktión í føroyskari ferðavinnu, nú ein tómur aliringur er lagdur út har.

Sum eina lítla mótvekt ímóti hesum, so haldi eg – sjálvt um tað nokk eisini er speireka álvaran í at gerast ein statur – at vit skulu royna at rópa loysing á einum trappusteini. Tí um vit ikki kunnu tað í dag, tá samsint eru savnað á einum lítlum øki, við fløggum í húnarhátt, í føroyskum klæðum og enntá við einum vali í nánd, so verður tað neyvan heldur í okkara livitíð, at frælsu Føroyar liva aðrastaðni enn í hjørtunum.

1-2-3 Loysing!