Tann dagurin er komin, har við í Føroyum skulu gera upp við okkum sjálvi um vit vilja nýta tann lykil til framtíðina vit standa við í hondini.
Tjóðarfrælsi
Tann dagurin er komin, har við í Føroyum skulu gera upp við okkum sjálvi um vit vilja nýta tann lykil til framtíðina vit standa við í hondini.
Tora vit at seta hann í lyklarholið, snara honum á og opna dyrnar til heimin.
Tjóðveldi vísir vegin til hetta frælsi við at biðja Føroya fólk koma á fólkaatkvøðu um eina Føroyska grundlóg longu í 2008/2009.
Vit vilja skipa Búskapargrunn Føroya beinanvegin og umvegis grunnin minka heildarveitingin úr Danmark við í minsta lagi 80 mió. kr. um árið, til hon er burtur.
Áðrenn valskeiði er runnið, verða samráðingar við donsku stjórnina um framtíðar samstarv og felags fráboðan til altjóða samfelagið um føroyska sjálvstøðu. Fólkaatkvøða um Føroyska sjálvstøðu verður skipað.
Vinnufrælsið.
Hesin frælsislykil opnar dyrnar fyri einum virknum Føroyskum vinnulívið. Tá vit eru vorðin fræls tjóð ber til at gerast limur í EFTA og har ígjøgnum gerast partur av tí EBS samstarvi sum m.a. bæði Ísland og Noreg eru partar av. Einans við hesum avtalum hevur føroyskt vinnulív møguleika at kappast á jøvnum føti á altjóða pallinum.
Okkara boð uppá at menna og fjøltáttað vinnulívið í Føroyum er at skipa ein sterkan Íverkseetaragrunn sum skal fáa ferð á at menna aðrar vinnuvegir enn teir vit kenna í dag. Ein týðandi partur at menna nýggjar vinnur er marknaðarføringin. Marknaðarførings parturin av vinnumenningini eigur eisini at liggja í íverksetaragrunninum.
Persónligt frælsi.
Í einum frælsum Føroyum eiga borgararættindi, skyldur, frælsisrættindi og mannarættindi at verða sett í grundlóg og í dagførda sivilrættarliga lóggávu, minnilutabólkar verða eisini vardir í einum frælsum Føroyum. Rættartrygdin hjá einstaka borgaranum verður sett sum fremsta mál, og føroyska dómsvaldið og fyrisitingarligar avgerðir verða regluliga dygdarmettar av altjóða stovnum.
Samanumtikið skipa vit eina frælsa tjóð á fólkaræðisligum grundarlagið við grundlóg, búskaparligum frælsi og fólkaatkvøðu. Hetta byggir á og hevur sína styrki í einum fjølbroyttum vinnulívi, sum virkar í altjóða samstarvi og á tí persónliga frælsinum hjá tí einstaka.
X við E
Heidi P




