Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frælsur ítróttur: 2 bronsumerkir í Svøríki

Guttorm Sørensen

Ungdómarnir sum luttaka í VU-spelen hetta vikuskiftið, hava í dag megnað at vunnið 2 bronsuheiðursmerkir.

Fyrsta heiðursmerki vann Rúni Seloy úr Bragdinum á 600m teininum, har hann bleiv nummar 3 og setti bólkamet hjá dreingjum 12 við tíðini 1.41,05 min.  

Rebekka Fuglø úr Treystinum gjørdist eisini nummar 3 og vann bronsuheiðursmerki á 600m teininum, har hon eisini setti bólkamet hjá gentum 12 við tíðini 1.44,44 min. Rebekka lá annars á øðrum plássi og bleiv yvirhálað beint áðrenn málstrikuna og var bert 5/100 sekund frá einum silvurheiðursmerki.

Eisini blivu onnur bólkamet sett í dag frætta vit úr Gøteborg.