Tað má sigast at verða sera flott av Steintór Rasmussen, baði at verða fyriskipari av festivalinum og samstundis seta seg upp til eina framførslu á pallinum
men hetta eru teir so vanir við í Frændum og konsertin var sera væl eydnað.
Tónleikararnir eru allir millum fremstu tónleikarar í føroyum og tá tekstirnir hjá Frændum samstundis eru heimskendir her á landi, so var frá byrjan eingin ivi um góðskuna í framførsluni.




