Annað jólakvøld spæla Frændur og Grandmas Basement í Badmintonhøllini. Annað jólakvøld verður stórsligið tónleikatiltak í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tveir av bestu live-bólkum í landinum fara at spæla til Ársins Jóladans.

Frændur eru veruligu legendurnar í føroyskum tónleiki. Eingin bólkur hevur sum teir megnað at skriva sangir til stóru føroysku fjøldina. Sangir um kærleika, frið, samfelag og tíðaranda. Sangir sum Føroyar, Mítt Land, Eros, 80ini, Caissa, Minnst Tú Gildið, Til Tey Stressaðu og Lívsmynd. Frændur er syngið-við og dansið-við, og annað jólakvøld spæla teir allar sínar bestu sangir í heimstaðnum.
Grandmas Basement telist millum lívligastu og festligastu live-bólkar í landinum. Forherðaðir og eygagóðir og spæla við orku og humor. Hittini runga eitt fyri og annað eftir – Hon fær ongantíð nokk, Renna Nakin, Reyvarhol, Gay og aðrir. Grandmas gevur tí allan armin í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld.
Ársins Jóladansur verður í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld frá kl 23.00 til 04.00. Team Klaksvík og Viva stíla fyri tiltakinum.