Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fráfarðingarhald fyri Simonu Vágsá

Jóhann Lützen

Hósdagin seinnapartin var skipað fyri fráfaringarløta fyri Simonu Vágsá, sum fór frá fyri aldur, aftaná at hava verið í starvi  á Húsarhaldsskúla Føroya  í 22 ár

Starvsfólk, næmingar og  nærmasta familja hjá Simonu vóru boðin til eitt sera  hugnaligt fráfaringarhald, nú Simona takkaði fyri seg. 

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, helt røðu og takkaði Simonu  fyri tíðina á skúlanum Jóhanna nevndi í røðuni at í  22 ár hevði Simona verið partur av toyminum á Húsarhaldsskúla Føroya. Tað var rættuliga skjótt at vit sóu at, tað var ein stórur fongur fyri skúlan og næmingarnir  at fáa Simonu sum náttarvakt.

Simona er so fyrikomandi, álítandi, trúgv og samstarvssinnað og  hevur hon røkt hettar  starv  til lítar øll hesi ár. og helt hon fyri  at tað neyvan kom nøkrum   til hugs  at talan her, var um ein persón, sum fyri langari tíð síðan var  farin um pensiónsaldur. Jóhanna endaði røðuna  við  at  takka fyri gott avrik og  trúfesti, í øll hesi ár, og ynskti Simonu og Páll Gunnhard alt tað besta  og blíðan byr.

Simona nýtti eisini høvi at takka fyri tíðina á skúlanum, og fortaldi um onkrar stuttligar hendingar saman við næmingunum.

Næmingarnir sungu fagra blóma fyri Simonu.