Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fráfaringarløta á Føroya Bjór

Oliver Joensen

 

Í dag kl. 16. var móttøka fyri Hannisi Niclasen á Føroya Bjór. Orsøkin var, at Hannis hevur valt at gevast at arbeiða á Føroya Bjór í føstum starvi eftir 46 ár á Føroya Bjór.

Fyri Norðlýsinum sigur Hannis Niclasen, at hann longu sum 12 ára gamalur plagdi at hjálpa Niels í Vági við arbeiðinum á bryggjarínum. Sum 14 ára gamalur byrjaði eg at arbeiða á Føroya Bjór í 1965. Frá 1974 til 1981 fekst eg við annað arbeiði, tá eg koyrdi vørukoyring í Klaksvík og eisini taxa. Men í 81 byrjaði eg so aftur í starvið hjá Føroya Bjór. Har havi eg verið í dag, og eg má siga at hetta hevur verið eitt gott arbeiðispláss.

Sum flestu vita, so er Hannis sonur navnframa útróðrarmannin Niclas Niclasen. Hannis sigur tó, at hann ongan túr var til útróðrar við pápa sínum. Mamma mín segði altíð, at eg skuldi ikki fara til skips, tí allir hinir menninir í familjuni vóru sjómenn.

Hannis giftist norður í Sund og keypti skjótt húsini hjá Ólavi í Todnesbuði, men í 96 keypti hann sær eini størri hús í Norðdepli og hevur búleikast har við familju síni síðani. Hannis og konan eiga fýra børn og higartil tvey abbabørn.

Einar Waag hevði stutta røðu á hátíðarhaldinum, har hann takkaði Hannisi fyri trúgva tænastu. Einar greiddi frá, at Hannis varð føddur í einum húsum tætt omanfyri Føroya Bjór og at hann hevði verið nógv á bryggjarínum frá barnsbeini av.

Einar vildi tó ikki siga farvæl “með alla” við Hannis, tí Bryggjaríið hevur framvegis brúk fyri honum, og hann hevur lova at hjápt til framvegis av og á, hóast hann nú fer úr føstum starvi.