Men í fleiri feløgum kann støðan broytast nógv komandi vikurnar.
Men í fleiri feløgum kann støðan broytast nógv komandi vikurnar.
Hjá AB er greitt, at felagið missir báðar sínar nýklaktu landsliðsleikarar í Símun Rógva Hansen og Róa Danielsen umframt fyrrverandi landsliðsleikaran Rógva Poulsen. Allir hesir fara av landinum næsta ár.
Hjá ÍF er líknandi støða. Jan Ellingsgaard, Høgni Madsen og Øssur Dalbúð fara av landinum og vera ikki við. Eisini her er talan um lykla leikarar.
B36 hevur mist Súna Olsen til Víking og Gilli Sørensen er væl ávegis til AaB í Danmark. Framtíðin hjá m.a. Lukasz Cieslewicz er framvegis ógreið, men Europa League luttøkan í gjár fer uttan iva at hjálpa til at halda uppá størsta partin av hópinum. Hjá EB/Streymi er stórur eftirspurningur eftir fleiri leikarum, men enn er eingin leikari farin og hesir plaga at vera loyalir yvir fyri felagnum. So er spurningurin, um hetta broytist nú felagið ikki skal spæla í Europa næsta ár. Hjá NSÍ er ivamál, um Jonhard Frederiksberg velur at fara aftur til barndómsfelagið Skála. Úr HB, Víkingi og KÍ frættist ikki um leikarar, ið ætla sær úr felagnum. KÍ formaðurin segði við Norðlýsið í vikuni, at teir fáu KÍ leikararnir, ið eru uttan sáttmála, fáa bjóðað at halda fram í felagnum.




