Tíðindaskriv frá Smyril Line nú Skipaeftirlitið er liðugt við at skrivað frágreiðing um óhappið hjá Norrønu.
Tíðindaskriv:
Skipaeftirlitið er liðugt við at skriva frágreiðingina um óhappið á Norrönu, sum var tann 15. januar 2004. Niðurstøðan av teimum kanningum og avhoyringum, sum eru gjørdar, er hendan:
Høvuðsorsokin til, at Norröna sigldi á Viðarnes fyrstu ferðina hin 15. januar, var tann nógvi vindurin, sum kom í ælinum. Medvirkandi orsøkir vóru:
1. at snarað varð á bakborð og skipið lagt tvørs við stýriborðsíðu upp í vindin
2. stóra kósbroytingin fyri at koma inn í hylin í Tórshavnar havn
Tá skipið hevði siglt á Viðarnesbryggjuna fyrstu ferð, átti tað at verið liggjandi og høvuðsmaskinurnar steðgaðar.
Viðmerkingar til uppskot um frágreiðingina høvdu skiparin, 1. stýrimaður, Smyril Line og Tórshavnar havn.
Viðmerkingarnar eru viðgjørdar og tiknar við í frágreiðingina.
Viðvíkjandi smálutum verður víst til frágreiðingina.
Óli Hans Hammer Olsen
Stjóri




