Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frakland og Týskland aftur í kríggj

Danial Viðoy

Søguliga hava Frakland og Týskland tíðum stríðst sínámillum. Bæði londini hava søguliga havt í hyggju at leggja alt Evropa undir seg og hava viðhvørt havt lindið til at gloyma nationalstatin. Londini hava hildið seg verið tey heilt stóru í Evropa. Hesin sami hugsanarháttur hevur av og til elvt til stórar ósemjur landanna millum. Í kvøld skal stríð teirra avgerast í fótbóltsdysti.

Klokkan fimm í dag spæla Týskland og Frakland fjórðingsfinalu í VM.

Bæði londini hava havt sínar heilt stóru menni. Napoleon royndi sítt ítarsta at vinna lond til Fraklands, royndi at gera Frakland til eitt ríkið. Í Týsklandi myndar – tíanverri mugu vit siga – Hitler søgu Týsklands. Eisini ein, ið vildi vinna lond í Evropa og gera Týskland til tað triðja ríkið.

Men í dag er søgan ein heilt onnur. Bæði londini eru undir somu korum. Bæði londini eru partur av Evropa Samveldinum og í dag ber til at snakka partanna millum.

Klokkan fimm í dag sleppa hesi londini so at siga í kríggj. Hevur týskarin ella fraklendingurin í kvøld søguligu brillurnar uppiá, so er ikki at ivast í, at viðkomandi hugsar: ”í kvøld skal eg IKKI tapa, og hundans tíð!”

Tað hevur í roynd og veru valda friður í góð 40 ár í Evropa. Tað fegnast evropearar um. Tað kríggj, sum í dag stendur í millum tjóðir, verður aloftast avgreitt í ítrótti. Krígsfeltið er flutt út á fóltbóltsvøllin, hondbóltshøllina og vit kundu hildið á. – Tað allarstørsta er fótbólturin.

Í kvøld er ikki bert fótbóltur upp á spæl. Søga, ið ikki kann keypast, er eisini upp á spæl til slíkar stórdystir.