Konsertin hjá Høgna Lisberg í Atlantis leygarkvøldið 6.desember
Mánadagin 1.desember kom nýggj fløguútgáva við evnaríka leirvíkinginum Høgna Lisberg í føroysku sølubúðirnar. Hare! Hare! er mælska heitið á fløguni, sum er triðja royndin hjá fyrrverandi Clickhaze trummusláaranum, eftir at hann í 2003 gjørdi av at royna seg í egnum navni. Høgni hevur í hesum sambandi gjørt av at fara á stutta konsertferð um allar Føroyar fyri at gera vart við fløguna, sum er evnað til í fruktagóðum asfaltssamstarvi við walisiska tónleikaframleiðaran James Thomas, sum hevur danskan bústað.
Hare! Hare! er eitt fokuserað og dynamiskt verk, sum í stóran mun er merkt av at menn hava havt góða tíð til at fullfíggja miðvísu fyrireikingarnar til útgávuna. Sangirnir eru sum vant skrivaðir av Høgna sjálvum, sum eisini spælir ein hóp av ljóðførum á nýggu fløguni. Stevfasti pulsurin á Hare! Hare! ber eisini boð um at Høgni Lisberg, hóast núverandi status sum troubadurur tó framvegis er trummusláari um ein háls. Hetta hoyrdist eisini á framførsluni og hondfasta guitarspælinum hjá Høgna, sum hetta leygarkvøldið í Atlantis vísti góðar rútmiskar dygdir á akustisku guitarini – einasta ljóðføri, sum hoyrdist á pallinum. Ljóðið tyktist tó ongantíð tómt ella ófullfíggjað; Høgni Lisberg kann í dag metast sum ein av mest spennandi og framskygdu tónlistarmonnunum á dagsins føroyska tónleikapalli. Fjølgávaði eysturingurin hevur tikið seg serliga nógv framm innan kraftmiklan solosang, og ikki smæðist hann fyri at fara upp í hæddirnar, um løtan tykist hóskandi. Konsertin við Høgna Lisberg vardi í umleið ein tíma og skráin var í stóran mun myndað av nýggjum tilfari. Í so máta hevur Høgni onga orsøk at smæðast; sangirnir á Hare! Hare! munnu vera nakað av tí mest gjøgnumførda og – hugsaða, sum Høgni Lisberg higartil hevur latið frá sær. Serliga vóru løgini Bursting Bubble og nýggi 1´arin á 15 Teim Bestu, Soul Company væl eydnað á kvøldsins framførslu.
Rútmiskar dygdir og gott samskifti
Høgni Lisberg er nakað so óvanligt sum ein føroyskur troubadurur við rútmiskum, blueskendum guitarspæli og einum tónleikaligum framburði, sum mangan fer út um pallkantin við ósmædnari orkanstyrki. Akkordir og einkultnótar standa líka fast í ljóðmyndini og rútmiskt drive hevur leirvíkingurin í ovurmát. Nýggju løgini hava ein frískan dám og gomlu sangirnir sita trygt í hondunum á sangaranum/trummusláaranum/guitaristinum/sangsmiðinum og Gud vitið hvat annað Høgni kann seta á sítt longu rúgvusmikla CV. Sum palltónleikari er Høgni Lisberg ikki smæðin, tá ið høvi er at kunna áhoyrarar um tekstliga innihaldið í nýggjum sum gomlum sangtilfari. Hóast allur málsligi parturin av vaksandi sangskattinum hjá Høgna er á enskum, stendur tó greitt at her er lítið at fara eftir, um ætlanin er at leita eftir flosklum og innantómum mótaglosum. Troubadururin, sum eisini kann rocka til størri tiltøk tykist hava funnið seg sjálvan sum teksthøvunda og yrkingarnar eru merktar av einfaldum og erligum hugleiðingum um ymiskt, sum er uppi í tíðini. Samstundis hevur Høgni nøkur tíðarleys eyðkenni at vísa fram; hársniðið er átøkt enska modfather, Paul Weller og guitarspælið hjá Høgni er, umframt áðurnevndu rútmisku dygdir, merkt av ávirkan frá gomlu ættarliðunum, sum vektaðu effektivt einfaldni fram um progressivar blindgøtur við tilhoyrandi nalvapilkaríi.
Konsertin hjá Høgna Lisberg í Atlantis leygarkvøldið 6.desember kann tískil í stuttum lýsast sum ein áhugaverd og viðkomandi statusrapport um hvar ein av landsins mest spennandi sangarum og sangskrivarum í løtuni, er staddur á tónleikaliga landkortinum. Hare! Hare! sigur søguna um okkurt av tí vit møguliga kunnu vænta okkum frá Høgna Lisberg komandi mongu árini. Ella sagt styttri: Kann viðmælast.
Væl nøgdur áhoyrari.




