Við einum 4-1 sigri á Fram í Havn leygardagin vann KÍ seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið, har liðið í 2. umfari skal møta EB/Streymi í Streymnesi.
Jósup Henriksen legði KÍ framum bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki sum eisini varð hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki tók Kristoffur Jakobsen yvir málskjótingina, fyrst við einum brotssparki til 3-0, og síðan fór hann sjálvur ígjøgnum Fram-verjuna og skoraði til 4-0, áðrenn Fram minkaði um munin til 1-4 við máli av Jørgeni Meitilberg.
KÍ, sum annars ikki imponeraði í hesum dystinum, var eitt nú uttan Jan Andreasen og brasiliumenninar báðar, Rodrigo og Anderson.




