Í gjárkvøldið kom Fram á Klaksvík við umleið 130 tonsum av gullaksi. Teir partrola saman við Vestmenningi, og gjørdu ein roktúr hesaferð.
Fríðin Ziskason, frá Kósini sigur, at Fram hevði umleið 130 tons av gullaksi, sum fer til Leirvík í farsframleiðsluna har, ímeðan hin báturin í parinum, Vestmenningur fór til Kollafjarðar at leggja veiðuna upp.
Tilsamans høvdu teir umleið 250 tons av gullaksi. Parið fór út 12, og hevði sostatt bert einar tríggjar daga roynd. Fríðin Ziskason sigur, at spyr man skipararnar, so siga teir at fiskiskapurin er heldur frægari nú. Men Fram og Vestmenningur rendu seg í nógvan gullaks beinanveg teir komu út, men nú var tað minni aftur, og hitt parið Stjørnan og Polarhav hava ikki havt sama fiskiskapin, so jú, fiskiskapurin hevur verið hampuligur, sigur Fríðin Ziskason, driftsleiðari á Kósavirkinum.




