Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framrættaður leikari til KÍ

Jákup Ósá

KÍ styrkir um álopspartin.

KÍ skrivar:

Framrættaður leikari til KÍ
Álopsleikari frá bestu- og næstbestu norsku deildini gjørt sáttmála við KÍ

Í fyrireikingunum til UEFA-dystirnar legst enn ein norskur leikari til KÍ-hópin. Tað er 28 ára gamli Kristoffer Ødemarksbakken, sum kemur frá Aalesund FK og hevur eisini spælt í Lillestrøm.

Um Kristoffer sigur høvuðsvenjarin, Espen Hauge:

– Vit eru sera væl nøgdir við at tað eydnaðist at fáa Kristoffer til KÍ nú avbjóðingarnar í Evropa standa fyri í summar. Samráðingarnar hava hava laga seg upp á stutta tíð og vit fáa ein sera eldhugaðan leikara í truppin. Kristoffer er ein ógvuliga arbeiðsamur vongleikari, sum eg vænti kemur at rigga væl í okkara spælskipan. Hann hevur spælt yvir 200 dystir í norskum toppfótbólti og vit fáa hann higar til Klaksvíkar, nú hann hevur síni bestu fótbótsár fyri framman.