Team Klaksvík leikti leygardagin sín besta dyst á útivølli higartil í ár. Men eftir ein góðan fyrra hálvleik steðgaði tað upp, og STÍF vann at enda ein greiðan sigur.
Góð álop í fyrra hálvleiki
Team Klaksvík byrjaði betri og førdi fyrstu løtuna. Eftir 7 minuttum var støðan 5-2 til Team Klaksvík, sum fleiri ferðir megnaði at fáa skjótálop eftir mistøk í STÍF uppspælinum. Men STÍF kom aftur og hevði einu løtuna eina leiðslu á 4 mál. Tá so 2 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki kom Team Klaksvík uppá javnleik 16-16. Hesa løtuna var nýggi danski leikarin Martin Ritto eyðsýndur frá vinstra vongi, har hann var tryggur, tá hann fekk møguleikan. STÍF fekk tvey mál seinastu løtuna og førdi 18-16 í hálvleikinum. Sum úrslitið sigur, so var tað hjá báðum liðunum álopsspælið, ið vann á verjuspælinum, hóast Eli Gærdum í Team Klaksvík málinum hevði nakrar fínar bjargingar.
STÍF avgjørdi
Gongdin í seinna hálvleiki minti um hana, tá Team Klaksvík møtti KÍF seinasta vikuskiftið. STÍF byrjaði nógv betri og hevði eftir fyrstu løtuna av seinna hálvleiki útbygt sær eina trygga leiðslu. Endaliga úrslitið gjørdist 36-28. Hjá Team Klaksvík er tað framvegis verjuspælið, ið haltar, meðan álopið er á hædd við tey bestu í deildini. Men samanbera vit við útidystirnar hjá Team Klaksvík fyrr í ár, so var hesin klárt tann besti. STÍF vísti eisini til tíðir sera gott og fjølbrott álopsspæl, har afurkomni Sveinur Justinussen gjørdi góðan mun. Hann skoraði 9 mál og var toppskjútti hjá STÍF. Hjá Team Klaksvík vóru málskjúttarnir hesir: Zarko Pejovic (11), Sámal á T. Olsen (6), Martin Ritto (4), Igor Petrikeev (3) Dánjal Kjærbo (1), Jákup Joensen (1), Vilhelm Vilhelmsen (1) og Andrias Ellingsgaard (1).




