Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Framsýning í Ribarhúsi

Hanus Kjølbro

Eydna Joensen Steinberg hevur málningaframsýning í Fuglafirði. Fernisering er mikudagin 16. juni kl. 17.00. Opið er mánadag – fríggjadag, kl. 15.00-17.30, og leygardag kl. 11.00-14.00.

Frá mikudegnum 16. juni til 8. juli fer 24 ára gamla listakvinnan Eydna Joensen Steinberg at sýna málningar fram í Ribarhúsi í Fuglafirði. Eydna er fødd og uppvaksin á Viðareiði. Hon hevur teknað, síðan hon var smágenta, og um 13 ára aldur byrjaði hon eisini at mála. Íblásturin til listina kemur úr ymiskum – bæði hugflognum, føroysku mentanini, náttúruni og útsýninum frá heimbygdini o.ø. Listin er fjølbroytt, tí Eydnu dámar at royna seg á ymiskum økjum, mest tí naturalistiska við náttúru-, djóra- og menniskjamotivum, men eisini tí meira abstrakta, og onkrir málningar eru ein blanding av báðum. Eitt sindur av hvørjum verður at síggja í Ribarhúsi.