Í samband við tunnilsdagin tann 27. september letur listamaðurin Anker Eli Petersen framsýning upp í Spaniastovu í Klaksvík.
Í samband við tunnilsdagin tann 27. september letur listamaðurin Anker Eli Petersen framsýning upp í Spaniastovu í Klaksvík.
Á framsýningini verða 20 verk í serkenda grafiska stílinum hjá Anker Eli og vanliga fabulerandi evnisvalinum.
Afturat sjálvum myndunum verður eisini ein framløga av forvitnisligu frímerkjaútgávunum tann 24. september sum Anker Eli hevur greitt úr hondum.
Á framsýningini verður møguleiki at ogna sær frímerkjaútgávurnar, og fyrsta dagin eisini signeraðar fyrstadagsbjálvar.
Framsýningin letur upp leygardagin 27. September klokkan 16.
Forvitnislig frímerkjaútgáva
Dollin
Tann fyrsta er í samband við 110 ára dagin fyri sokallaðu ”Casement frágreiðingina” í 1904, ið gjørdi vart við ótespuligu viðferðina av upprunafólkinum í Kongo, sum um tað mundi var hjáland beinleiðis undir belgiska konginum Leopold II. Casement frágreiðingin gjørdi at kongurin misti privata brúksrættin av hjálandinum og førdi til eina umfatandi endurskoðan av imperialistiska framferðarháttinum hjá Europisku londunum í triðja heiminum.
Ein av teimum ið spældi ein týðandi leiklut fyri Casement frágreiðingina var føroyski trúðboðarin Daniel J. Danielsen (1871-1916), vanliga róptur Dollin. Dollin, sum seinni var ein av undangongumonnunum í Brøðrasamkomuni í Føroyum, førdi ein av missiónsbátunum hjá bretsku Balolo missiónini.
Tá diplomaturin Roger Casement kom til Kongo, varð Dollin settur sum skipari á áarskipinum ”Henry Reed”, ið førdi Casement runt íkring á Kongo-ánni. Dollin var eisini tulkur og vegvísari og hevði hollan kunnleika um viðurskiftini í økinum. Tað var eisini Dollin ið tók mangar av teimum ræðuligu myndunum av limaløstaðum fólki, ið seinni fóru um allan heim.
Heimkomin til Onglands, skipaði Dollin fyri upplýsandi fólkafundum um ræðuligu støðuna í Kongo, og gjørdi sítt til at fáa missiónina at viðurkenna belgiska ágangin mótvegis upprunafólkinum.
Vilhelm Reinert-Joensen
Onnur frímerkjaútgávan er í samband við 70 ára dagin fyri innrásina í Normandínum. Myndevnið er føroyski skipsførarin Vilhelm Reinert-Joensen (1891 – 1949), sum fyri og eftir kríggið førdi nøkur av teimum størstu troppaflutningsskipunum ið heimurin hevur sæð.
Longu áðrenn amerikanar alment løgdu upp í stríðið, førdi Vilhelm risaskipið ”Edmund B. Alexander” við fyrstu amerikansku hermonnunum til strategiska hernaðarstøðina í St. John’s í New Foundlandi. Tá amerikanski herurin yvirtók hersetingina av Íslandi, varð Vilhelm saman við øðrum serfrøðingum, sendur til Reykjavíkar at loysa logistisku trupulleikarnar har.
Í 1943 varð Vilhelm Reinert-Joensen sendur til Onglands fyri at luttaka í logistisku planleggingini av ”Operation Overlord”. Hann var eftir øllum at døma knýttur at flutningseindini 11th Port, ið stóð fyri uppskiping av fólki og hernaðarútgerð á illkendu strondini ”Omaha Beach” í Normandínum. Sambært føroyingar ið hittu hann har niðri, samskipaði hann sleipibátar á staðnum.
Við krígslok fór Vilhelm aftur til tey stóru hernaðarflutningsskipini og førdi amerikanska hermenn heimaftur til USA og týskar krígsfangar aftur til Europa.
Christian Ludwig Petersen
Triðja útgávan er eitt frímerkjaark við fýra frímerkjum í samband við 100 ára dagin eftir at fyrri heimsbardagi brast á.
Frímerkini viðgera upphavið til kríggið, avleiðingarnar her heima og lagnudagin tann 23. mai 1917, tá 8 føroysk fiskifør vórðu søkt á Føroya Banka eftir bert 24 tímar.
Fjórða merkið er um Christian L. Petersen (1890 – 1938) úr Kvívík, ið endaði sum kanadiskur hermaður á europiska vígvøllinum. Christian var fluttur við familju til Kanada sum 10 ára gamal og í 1916 varð hann innkallaður til Canadian Expeditionary Force (CEF), ið stóð fyri kanadisku luttøkuni í europiska krígnum.
Árið eftir, í 1917 kom Christian til Onglands og varð sendur víðari til 16th Battalion, sum um tað mundið lá við Arras í Fraklandi. 16th Battallion var ein stríðseind sum áhaldandi luttók í bardøgum við frontin, so ungi kvívíkingurin kom úr øskuni í eldin. 16. battaljón luttók í bardøgum um Hill 70, Ypres og Passchendaele. Í 1918 luttóku teir í sokallaða ”100 Days Offensive” frá 8. august til krígsenda tann 11. november: Bardagarnir við Amiens, onnur orrustan um Arras, Scarpe og Drocourt-Quéant linjuna, og víðari til bardagarnar um Hindenburg linjuna og Canal du Nord – líka til seinasta álopið á Mons, tá Týskland endiliga gav seg yvir.
Eftir kríggið flutti Christian L. Petersen aftur til Føroya og gjørdist bóndi í Kaldbak. Hann hevði ikki nógv til yvirs fyri krígnum hann varð noyddur út í – sambært fólki ið kendu hann, orkaði hann ikki at siga frá hendingunum á vígvøllinum, minnini vóru snøgt sagt ov ræðulig.
Anker Eli ein fjølbroyttur listamaður
Anker Eli Petersen er grafikari, listamaður, rithøvundi og yrkjari búsitandi í Danmark.
Hann arbeiðir nógv við callag og teldugrafikki. Hugin til norðurlendska mytologi fekk hann á ungum árum og hetta sæst aftur fleiri av motivum hansara m.a. á fleiri frímerkjum sum hann hevur designa.
Anker Eli er eisini kendur fyri sínar yrkingar – sum Terji Rasmussen hevur sett løg til – og prýðan av fløguhúsum. Sum rithøvundi Anker Eli hevur hann m.a. týtt eldri norrønar tekstir og skriva fleiri yrkingar.




