Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framsýning: Kvøld- og frítíðarundirvísingin á Fossánesi

Jóhann Lützen

Árliga framsýningin hjá kvøld- og frítíðarundirvísingini á Fossánesi verður flaggdagin 25. Apríl kl. 15 – 19.

 

Í kvøldskúlanum hevur í vetur verið undirvíst í handarbeiði, málingalist, pilates og glaslist.

Í frítíðarundirvísingini hevur verið undirvíst í m.a. málningalist og føroyskum dansi.

Framsýningin verður í fimleikarhøllini í skúlanum á Fossánesi. Møguleiki verður eisini at keypa sær kaffi og okkurt gott til góman.

Hjartaliga vælkomin norður á Fossánes.