Fríggjadagin, 23. oktober 2015, letur Elin Josefina Smith framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Elin hevur givið framsýningini heitið: Vit lukta av líkum og ólíkum – Verðins órættvísi.
Fríggjadagin, 23. oktober 2015, letur Elin Josefina Smith framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Elin hevur givið framsýningini heitið: Vit lukta av líkum og ólíkum – Verðins órættvísi.
Fernisering er fríggjadagin 23. oktober klokkan 16. Ria Tórðgarð sigur nøkur orð fyrst, og síðan spælir maður Elina, Kaj Klein, playback eina løtu til egnan tónleik.
Framsýningin er opin hvønn dag frá 23. oktober til mikudagin 28. oktober frá klokkan 14 til 19.
Elin er 51 ár. Hon er føroyingur, búsitandi í Danmark. Hon er cerfisiserað listafólk og er komin heim við hesi framsýning, sum hon hevur arbeitt við trý tey seinastu árini.
Elin er javnan við á vár- og heystframsýningunum í Føroyum og hevur síðan 1997 havt fleiri framsýningar í Smiðjuni.
Um framsýningina sigur Elin, at hon ein uppgerð við grunnskygni og fasadur. Elin roynir at lýsa heimsins ójavna, her tey ríku gerast ríkari og tey fátæku hava lítlan og ongan møguleika at fóta sær og skapa sær eitt virðiligt lív. Framsýningin er eisini ein uppgerð við tann kalda veruleika, at Vesturheimurin tykist at brúka alsamt meiri pening til kríggj, soleiðis at fleiri og fleiri verða heimleys, tí at land teirra verður bumbað í sor, og eingin møguleike er fyri at liva har. Tey verða rikin frá húsi og heimi og flýggja við lívinum í veð.
Haraftrat roynir Elin við framsýningini at lýsa, at nærum øll heimsins fólk eru ólukkulig og hava trupulleikar. Hetta lýsir Elin við, at tað tykist, sum um vit liva á ymiskum planetum, fremmand fyri hvørjum øðrum. Her í Vesturheiminum stríðast vit við strongd, sálarsjúku, narkotrupulleikum og sjálvmorðspressi, alt meðan tey á “øðrum planetum” ikki so frægt sum hava innivist ella skúlagongd í boði.
Elin hevur nógvar skøltar og beinagrindir við sum tema, bæði fyri at brúka verkini sum: “Wake up call” hjá okkum og at fortelja, at støðan í heiminum, sum nú er, heldur ikki í longdini. Her tykist eingin gongd leið at vera, og vit gerast meir og meir ólukkullig. Listin er beinrakin og pakkar einki inn, men sigur sannleikan, sum hann er.
Tó eru onnur verk við á framsýningini, sum ikki júst umboða tey døpru tema omanfyri. Tey verkini eru uppi á loftinum í Smiðjuni.
Øll eru vælkomin á framsýningini hjá Elini Josefinu Smith í Smiðjuni í Lítluvík.




