Í dag fæst at vita, hvørji tilmæli landsstýriskvinna við heilsumálum fær viðvíkjandi sjúkrahúsunum.
Í dag fæst at vita, hvørji tilmæli landsstýriskvinna við heilsumálum fær viðvíkjandi sjúkrahúsunum.
· Hvørjar grundleggjandi viðgerðir/tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum?
· Hvørjar viðgerðir/tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi?
· Hvussu skulu hesar samskipast millum sjúkrahúsini?
Í morgun fær Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handað álitið um menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Tað verður Sveinn Magnússon, formaður í verkætlanarbólkinum, sum fer at leggja niðurstøðurnar fram og handa landsstýriskvinnuni menningarætlanina.
Í januar í ár setti Sirið Stenberg arbeiðið í gongd við at gera eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Endamálið var at orða eina ætlan í trimum høvuðspørtum, við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til.
Høvuðspartarnir í frágreiðingini skuldu í stuttum snúgva seg um:
· Hvørjar tænastur skulu vera á sjúkrahúsunum, og hvussu skulu hesar býtast millum sjúkrahúsini?
· Hvussu fáa vit fatur á læknum og heilsustarvsfólkum?
· Hvussu fíggja vit sjúkrahúsverkið í framtíðini?
Framløgan verður í Heilsu- og innlendismálaráðnum í morgun klokkan 10.




