Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin hjá HB toppskjúttanum er ógreið

Jákup Ósá

Hann ynskir helst at spæla í Effodeildini í 2017, men tað er ikki vist, at umstøðurnar loyva tí.

Hann ynskir helst at spæla íEffodeildini í 2017, men tað er ikki vist, at umstøðurnar loyvatí.

27 ára gamli Øssur Dalbúð spældi íár á fyrsta sinni við HB. Har gjørdist hann greiður toppskjúttivið 13 málum. Serliga byrjanin við hattrik í einum hálvleiki ífyrsta dystinum og endin, har hann skoraði mál øll tey seinastufýra umførini, vóru sannførandi. Øssur er lesandi í Danmark, ogtað er ógreitt, um hann spælir í Føroyum næsta ár.

– Eg tími væl at spæla íEffodeildini, men eg veit ikki, um tað er møguligt næsta ár.Komandi skúlaár er mítt seinasta ár í lestrinum, og tað er eittkrevjandi ár. Tí veit eg ikki fyrr enn fyrst í komandi ári, um eghavi umstøður til at spæla í Føroyum, og tað havi eg eisinisagt við feløgini, ið hava spurt seg fyri, sigur Øssur Dalbúðvið Norðlýsið.  

Harleyfacadeacryl