Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin í føroyskum fótbólti

John William Joensen

Um vikuskifti var skipað fyri sokallaðum “yngst” tiltakið í gøtu.

Tað vóru dreingir úr 1., 2. og 3. flokki sum sloppu at royna seg í fótbólti.
Úr Klaksvík vóru 43 dreingir sum saman við foreldrunum hugnaðu sær óført.
Talan var ikki um nakra beinleiðis kapping, tí dreingirnir vóru blandaðir saman og deildir upp í aldursbólkar.
Luttakararnir fingu breyð, køkur og annað gott frá gøtumonnum og samanumtikið hugnaðu dreingirnir sær óført.