Tað heldur Kristoffur Ragnarsson, sum væntar, at Stjørnan í kappingarárinum 2016/17 aftur verður millum sterkastu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni seinastu tvey árini. Liðið misti undan kappingarárinum í fjør nógvar leikarar og aftur í ár misti liðið fleiri leikarar. Men hinvegin eru eisini leikarar komnir aftur á liðið seinastu tíðina, og tað hevur hjálpt. Tí eftir eina byrjan við nógvum stórtapum, so hevur liðið bitið meira frá sær seinastu tíðina. Seinasta umfar spældi liðið upp ímóti oddaliðnum Neistanum allan fyrra hálvleik og næstseinast vann liðið við 8 málum á heimavølli móti STÍF.
Byggja upp
Kristoffur Ragnarsson er formaður í Stjørnuni, sum hann hevur verið partur av í 46 ár út í eitt. Hann sigur, at Stjørnan byggir upp til framtíðina, men vísir aftur, at Stjørnan ikki dugdi at seta leikarar við, tá liðið lá í toppinum.
– Vit hava mist 22 leikarar seinastu trý árini. Tað er trupulleikin. Hetta eru ikki bara eldri leikarar, men nógvir eru/vóru yngri ella í bestu árum. Leikarar eru blivnar við barn ella givnar av øðrum orsøkum, og so er tað blivið trupult. Men vit hava í fleiri ár bygt upp til framtíðina. M.a. hava vit í fleiri ár havt ein høvuðsvenjara, sum hevur havt høvuðsábyrgd av øllum liðunum frá bestu deildini til tey yngstu. Við hesum fáa vit ein reyðan tráð, har teir yngstu leikararnir læra ein spælistíl, sum gongur aftur allan vegin uppeftir. Vit leggja als ikki orku í úrslitini hjá yngru deildunum, men leggja dent á læra leikararnar at spæla hondbólt soleiðis, sum vit ynskja tað. Hetta konseptið trúgva vit uppá, og vit byrja spakuliga at síggja tað í bestu deildini, har fleiri heilt ungir leikarar standa seg væl og mennast fyri hvønn dyst. Men úrslitini í bestu deildini hava ikki verið so góð, men tað vistu vit av. Tað fór at taka nøkur fá ár at menna eitt gott lið aftur eftir at vit mistu so nógvar leikarar í einum, sigur Kristoffur Ragnarsson
Í toppinum aftur í 2017
Kristoffur sigur, at tað sær sera gott út hjá Stjørnuni í yngru deildunum.
– Vit hava eitt U17 lið, sum eftir mínum tykki er tað besta U17 liðið, sum Stjørnan nakrantíð hevur havt alla mína tíð. Hóast tær hava havt skaðar fyrr í kappingini, so hava tær bara tapt ein dyst í ár og vera heilt vist við í kappingini um bæði FM heitið og Steypasigurin hetta kappingarárið. Fleiri av hesum leikarum eru partur av besta liðnum í ár og hava gjørt stór framstig fyri hvønn dyst. Tað vera hesir leikararnir, sum um nøkur ár koma at mynda liðið hjá Stjørnuni. Og skal eg meta sjálvur, so vænti eg, at Stjørnan aftur er í toppinum í føroyskum kvinnuhondbólti í kappingarárinum 2016/17, sigur Kristoffur Ragnarsson við Norðlýsið.
Stjørnan liggur í løtuni nummar 6 av 7 liðum í Hvonn deildini við 6 stigum.




