Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framúr fiskiskapur norðanfyri, Norðsøki 16.500 pund

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Vit vóru á støð í dag, tá Norðsøki kom aftur um trýtíðina í dag. Skiparin, Eyðólvur Vang segði, at sera nógvur fiskur var á fyrsta partinum av línuni teir drógu í nátt, ímeðan seinasta miðurúmið royndist lakari. Ein av ungu monnunum, sum er við Norðsøka helt fyri, at tað var undrunarvert, sum skiparin orkaði, hann er ikki nakar ársungi og tó, hann hevði verið uppi líka frá tí vit fóru og til liðugt var at seta. Hann legði seg so tá vit fóru at draga, men tað gekk bara ein løta, tí so nógv var á línuni at tá vit høvdu drigið eitt bil var alt fult av fiski, ið skuldi kryvjast, so neyðugt var at purra skiparan út aftur, síðani hevur hann kruvt við okkum og siglt bátin aftur á Klaksvík.

Eyðólvur segði okkum annars, at Norðsøki hevur verið útið 19 túrar í ár og fiskiskapurin hevur verið sera góður.

Eisini Líðhamar hevði ein sera góðan dag í dag, teir høvdu 12.000 pund. Vit hava einki hoyrt frá Brandi og øðrum, tí Fiskamarknaðurin hevur ongan sølulista í dag, men mánadagin frættist nærri.