Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framúr fyrri hálvleikur og framúr endaspurtur góvu Føroyum eitt megnar úrslit

Jákup Ósá

Manslandsliðið hjá Føroyum fekk í kvøld eitt sera flott úrslit á útivølli móti Montenegro. Hetta var fyrsti EM undankappingardysturin í hesi kappingini. Í hálvleikinum sá út til, at Føroyar skuldu vinna dystin, tá Føroyar førdu 15-10, men tá fýra minuttir vóru eftir sá út til at Føroyar fóru at tapa dystin, tá Montenegro førdi 24-21. Men við einum framúr endaspurti eydnaðist tað Føroyum at fáa javnað í síðstu sekundunum til 24-24. 

 

Málskjúttar:
Rói Berg Hansen, 6
Jónas Gunnarson Djurhuus, 6
Allan Norðberg, 3
Nicklas Selvig, 3
Rúni Vest Højgaard, 3
Helgi Hildarson Hoydal, 2
Kjartan Johansen, 1

Harleywoodpaint