Dystarfrásøgn: KÍ vann 1-0 á HB og samanumtikið var tað ein uppiborin sigur.
Hjá KÍ vóru Mayowa Alli og Semir Hadzibulic aftur í uppstillingini, men tað skuldi vísa seg seinni, at báðir fóru av vøllinum aftur við skaða. Hjá Mayowa sá tað út sum, at gamli skaðin spøkti aftur, meðan Semir fekk skaða í einari takling við HB leikara.
Fyrri hálvleikur manglaði undirhald
Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at skriva heim um. Liðini skiftust um at hava yvirvág, men sera trupult gekst at spæla seg til mál møguleikar. Nakrar ferðir var nær við eftir hornaspørk hjá serliga KÍ, sum beint áðrenn hálvleik fekk størsta møguleikan, tá Jóannes Bjartalíð og Hjalgrím Elttør spældu seg ígjøgnum, har síðst nevndi legði innfyri, har Niels Pauli Danielsen skeyt beint viðsíðuna av. 0-0 var hálvleiksstøðan, og tað samsvaraði væl við tað, ið hendi á vøllinum.
Bjartalíð og Páll avgjørdu
KÍ hevur í løtuni helst vandamiklasta álopsparið í Effodeildini í Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð. Tað gongur ikki ein dystur, har ikki onkur av teimum báðum skorar ella leggur upp til mál. Og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so vóru teir aftur uppá spæl. Semir Hadzibulic vann bóltin á miðvøllinum og sendi bóltin fram til Jóannes Bjartalíð í vinstru síðu. Jóannes sendi eitt frálíkt innlegg inn fyri, har Páll A. Klettskarð skeyt bóltin í málið til 1-0. Eitt mál sum dysturin manglaði og eftir hetta bleiv talan um nógv meira undirhaldandi dyst. HB royndi at leggja trýst á, men meir enn til nøkur langskot bleiv tað ikki til. Ístaðin var tað KÍ sum fekk teir størstu møguleikarnar. Í 62 minutti stórbjargaði Teitur M. Gestsson einari roynd frá Páll A. Klettskarð og í 83. minutti endaði roynd hjá Páll á stongini. KÍ hevði helst uppiborið 2-0 málið hesa løtuna. HB trýsti og trýsti seinasta partin av dystinum, men tá teir komu til síðsta triðingin á vøllinum, so steðgaði KÍ teimum í nærum øllum royndum og ikki fyrr enn í yvirtíðini bleiv tað heilt vandamikið, tá Jóhan T. Davidsen blev púra leysur eftir hornaspark, men hann gjørdist akkurát ov stuttur, og so fór bólturin væl uppum. Løtu seinni bríkslaði dómarin dystin av og endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til KÍ.
Verjuspælið er frálíkt hjá KÍ í løtuni
KÍ er liðið í Effodeildini, ið hevur latið fæst mál inn í Effodeildini og eisini liðið, ið oftast hevur hildið málið reint. Tað sigur eitt sindur um verjuspælið hjá liðnum. Struktururin er framúr og allir leikararnir kenna uppgávurnar, tí tað er næstan ongan dyst, at somu leikararnir manna plássini vegna skaðar og leikbann. Í dag spældi Ísak Simonsen í miðverjuni fyri fyrstu ferð í ár eftir at Mayowa Alli tíðliga í dystinum fór skaddur av vøllinum. Tá fór David Langaard eisini á vinstra bakk, har hann spældi fyri aðru ferð í ár. Og báðir komu sera væl frá sínum verjuskyldum. Men á miðvøllinum eru leikarar, sum eisini hava avgerandi týdning fyri at fá mál og fáir mál møguleikar koma ímóti liðnum. T.d. hevur Hjalgrím Elttør víst ein ótrúligan stríðsvilja seinastu umførini.
HB var ov skert
HB liðið var rættuliga skert til hendan dystin. Ári M. Jónsson, Rókur av Fløtum Jespersen, Pál M. Joensen, Fróði Benjaminsen, Poul Ingason og Øssur Dalbúð vóru ikki tøkir í dag. Tí var HB liðið rættuliga ungt í dag og í mun til royndir, so stóð liðið seg hampiliga væl. Tí dysturin var sum heild javnur, hóast KÍ hevði størri mál møguleikarnar. HB kom ikki til nóg nógvar mál møguleikar, men liðið er evnaríkt og framvegis eitt gott boð uppá eitt lið, ið kann koma langt í ár.
Frálíkir karmar
Til seinast má nevnast um teir frálíku karmarnar. Sera nógvir áskoðarar – yvir 700 gjaldandi – og gott lív í saman við góðum fótbóltslíkindum og tveimum toppliðum. KÍ viðhaldsfólkini hava í vikuni byrja eitt átak, har sangir eru gjørdir um flestu leikararnar og fleiri av hesum vóru at hoyra og skaptu ein festiligan stemning. Stuðulin frá KÍ viðhaldsfólkunum hjálpti helst eisini til, tá KÍ skuldi halda 1-0 leiðsluna seinastu løtuna. Sigurin staðfesti støðuna hjá KÍ í oddatríðnum, sum liðið ikki hevur havt so seint í kappingini síðani 2013. Tá endaði KÍ á 8. plássi, so tað er ein staðfesting av, at tað í Klaksvík er neyðugt at hava bæði beinini á jørðini, hóast tað helst er trupult, nú 10 dystir eru gingnir síðani KÍ tapti ein dyst.




