Á Føroya Sjómannadegi 2005 var skipað fyri framsýning av livandi fiskum og øðrum úr havinum og enn gongur livandi fiskur á Stongunum
Eitt tað mest vitjaða tiltakið á Føroya Sjómannadegi 2005 var framsýningin av livandi fiski og enn er møguleiki hjá fólki at síggja livandi fisk og krabbar.
Eitt av kørunum stendur enn á kajuni og tá vit vitjaðu á Stongunum í morgum vóru krabbar, skrubbur, álur og seiðir í kærinum.




