Bragd kom aftur av útróðri fyri løtu síðani. Oddmar Niclasen, formaður á Bragd letur illa at. vit hava verið norðanfyri í dag og avreiða einu 3.400 pund. Nei, tað ber einki til, fiskifrøðingarnir hava latið væl at, men enn sæst einki til tað. Tá teir hava latið illa at, tá hava vit ligið um eini 5000 pund og nú er at kalla einki.
Vit spurdu eisini Oddmar um hinar størru útróðrarbátarnar, hann visti at Líðhamar, sum hevði verið sunnanfyri í dag, segi seg at hava um 2600 pund og Brandur, sum eisini var sunnanfyri hevði 3.500 pund.
Nei, tað er framvegis sera smáligt hjá okkum sum rógva út, legði Oddmar Niclasen afturat.




