Fríggjakvøldið 30. November frá klokkan 22.00 til klokkan 02.00 hevur cowboy-barrin Maverick í Klaksvík, eina freka dámu aftanfyri barrdiskin.
Hon eitur Randi Pedersen og er 28 ára gomul.
Hon hevur staðið nógv modell í undirklæðum og verður fríggjadagurin heldur ikki øðrvísið, har hon kemur at skeinkja kundum hjá Maverick eina kalda øl.
Leygardagin 1. Desember klokkan 20.00 til klokkan 23.00 verur eisini høvið, at møta tí vøkru Randi Pedersen aftanfyri barrdiskin í Maverick.
Fríggjakvøldið spælir vældámdi Mannbjørn Anthoniussen eisini "live" tónleik í barruni hjá Jógvan (yngra).




