Málbombarin í Frem sigur, at skiftið til HB kom óvart á.
Málbombarin í Frem sigur, at skiftiðtil HB kom óvart á.
Heimasíðan bold.dk hevur fleirigreinar um skiftið hjá álopsleikaranum Daniel Elly Pedersen, sum hevur skift felag frá Frem til HB. Í Frem hevur hann í fleiri umførum skorað nógv mál og talan er um ein profil í hesum felagnum. Ísamrøðu við heimasíðuna sigur Elly sjálvur, at skiftið komeitt sindur óvæntað á.
– Tað kom eitt sindur út av tí bláa.HB manglaði ein at skjóta mál og tí settu teir seg í samband viðmeg. Frem og eg fingu eitt tilboð, ið vit ikki kundu siga nei tilog nú havi eg so skift til HB, sigur Elly m.a. við bold.dk.
– Eg havi spælt í 1.deild og 2.deild,so nú síggi eg fram til at kunna spæla um eitt meistaraheitið,sum er mín málsetningur í HB, sigur Elly, sum viðgongur, at hannhevur verið bangin um, at støðið í Føroyum kanska var eitt stigniður fyri seg. Men eftir at hava sæð venjing og tosað við fólk,so heldur hann at støðið er á góðari leið.




