Seinastu árini er tað vorðið meira vanligt, at føroyskir reiðarar seta fremmandar sjómenn í starv umborð á skipum sínum og hetta er ein gongd, ið vit eisini hava sæð aðrastaðni.
Til at mynstra við føroyskum skipum ásetir lóggávan í høvuðsheitum nøkur krøv til góðkendan førleika, heilsustøðu og trygdarútbúgving hjá tí einstaka sjófólkinum.
Í samband við mynstring skal harafturat upplýsast, hvørjum sáttmála mynstrað verður eftir, men tað er ikki ásett, at talan skal vera um ein felagssáttmála. Í sjómanslógini eru eisini nakrar ásetingar um setanarviðurskifti o. a., men fyri fiskiskip eru hesar ásetingar ikki serliga umfatandi.
Vit hava nú sæð nøkur dømi um, hvussu setan av útlendskum sjófólkum kann fara fram. Talan kann vera um at eitt reiðarí fær fólk frá útlendskari fyritøku, sum fæst við at útvega sjófólk. Í sáttmálanum við viðkomandi sjófólk er bert ásett ein føst mánaðarløn. Ongar ásetingar eru um arbeiðstíð, yvirtíð, trygging, eftirløn, frítíðarreglur ella aðrar ágóðar og heldur ikki verður nakað nærri sagt um setanar- og uppsagnarviðurskifti.
Viðmerkjast skal, at sjómenn við føroyskum fiskiskipum eru ikki umfataðir av galdandi frítíðarlóg. Hesi viðurskifti mugu tí ásetast í sáttmálum ella avtalum.
Í nøkrum dømum sum Maskinmeistarafelagið veit um er so tað hent, at reiðaríini ikki rinda mánaðarlønina til tíðina og til endans halda heilt uppat við at gjalda. So gongur tíðin og reiðarin letur standa til og fortelur fólki, at pengarnir koma um nakrar dagar ella í næstu viku.
Í summum førum fara fólk av skipinum, hóðast reiðarin er í eftirstøðu, men vit hava upplivað, at maskinmeistarar vera verandi umborð fyri at halda maskinarí og skip í góðum standi. Teir virka tá framvegis sum arbeiðskraft hjá viðkomandi reiðarum.
Í desember mánaða í fjør vóru vit gjørdir varir við, at 5 maskinmeistarar høvdu verið umborð á ”Kappanum”, sum lá á Miðvági. Tann, sum hevði verið longst umborð hevði verið í 5 mánaðir.
Reiðaríið vildi ikki gjalda og onnur av manningini vóru farin heim, men maskinmeistararnir noktaðu at fara heim, fyrr enn teir høvdu fingið trygd fyri lønini.
Hóðast hesir maskinmeistarar ikki eru limir í Maskinmeistarafelagnum metti nevndin, at felagið hevur eina moralska skyldu at taka sær av maskinmeistarum, sum eru komnir soleiðis fyri orsakað av at ein føroyskur reiðari ikki heldur sínar skyldur. Felagið fór tí inn í málið og kravdi reiðaran eftir peninginum. Reiðarin segði seg ikki kunna skaffa peningin, men endin varð tó, at ein bankatrygd varð veitt fyri lønini soleiðis, at menninir kundu fara heim.
Hvussu bleiv við lønareftirstøðuni hjá restini av manningini vita vit ikki.
Nú hava vit so aftur sæð eitt mál, har ein útlendskur maskinmeistari hevur verið umborð á ”Orion” í nógvar mánaðir, har reiðarin seinastu tíðina ikki hevur goldið manninum løn.
Eftir at Maskinmeistarafelagið tók málið upp, hevur reiðarin tó goldið lønina og maðurin sleppur heim at halda feriu.
Vit hava sjálvandi eisini frætt um málið við ”Topaz”. Sum skilst , so arbeiðir Samtak við tí málinum og vit vóna, at hetta eisini verður loyst.
Í øllum nevndu dømum er talan um skip, sum eru løgd og tessvegna er helst talan um at reiðaríunum tørvar likviditet til tess at røkja sínar skyldur.
Vit vita tó eisini um, at tað er fleiri sjófólk við skipum sum eru í drift og teirra starvsavtalur eru helst líknandi sum omanfyri nevnt, men so leingi skipini sigla og lønin verður goldin, frætta vit ikki nógv um hetta.
Vit kunnu siga, at vit hava fingið ein ”gráan” arbeiðsmarknað, har reiðarar útvega sær bíliga útlendska arbeiðsmegi og sleppa sær uttan um treytir og gjøld, sum vanliga eru ásett í felagssáttmálum. Tá ið tað so gongur galið renna reiðararnir undan teimum lutfalsliga lágu hýruumkostningum, sum teir hava átikið sær mótvegis sínum manningum.
Tað hendir so mangt á arbeiðsmarknaðinum, har ein kann ivast í um galdandi avtalur og ásetingar verða fylgdar og tað er so ein uppgáva hjá viðkomandi pørtum t. v. s. fakfeløgum og arbeiðsgevarafeløgum, at taka sær av hesum.
Tá ið so slík mál taka seg upp, sum tey omanfyri nevndu, har reiðarar ikki eru limir í reiðarafeløgum – ella hesi feløg ikki vilja gera nakað við málini – og har tann starvsetti ikki er limur í einum fakfelag, kunnu vit spyrja, hvør skal taka sær av hesum.
Eitt kunnu vit so siga um hesi skip og tað er, at tey hava eitt føroyskt flagg hangandi á reyvini og tað vísir umheiminum, at her er tað altso talan um føroyskt arbeiðspláss. Spurningurin er so um okkara stjórn ynskir at signalera fyri útheiminum, at í Føroyum ber til at finna bíligar discountloysnir upp á manning av skipum.
Vit hava júst fingið at vita, at nú skal av álvara farast undir sjóvinnu í Føroyum við nýggjari lóg um FAS og einum nýggjum dámligum stjóra, sum tykist vera sinnaður at lyfta hesa vinnu á eitt hægri støði til frama fyri okkara land.
Maskinmeistarafelagið fegnast um, at okkara myndugleikar umsíðir hava tikið hetta stigið og vit vilja av fullum huga stuðla tiltakinum, men tað er fyri okkum heilt greitt tað fer ikki at bera til, um vit framhaldandi fara at lata reiðarar skalta og valta við manningum sum teir vilja og Maskinmeistarafelagið fer tí at heita á alla føroysku umsitingina innan sjóvinnu at eftirkanna nevndu mál um manningarviðurskifti og at syrgja fyri at seta reglur í gildi, sum fora fyri slíkum ábyrgdarloysi mótvegis sjófólki.
18. september 2008
Maskinmeistarafelagið




