Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fremmandur fuglur

Oliver Joensen

Í kvøld sást eitt ferðamannaskip á Pollinum í Klaksvík. Skipið hevur ligið á Havnini í allan dag, og er helst bert komið higar at síggja fjøll.

Klaksvíkar havn sigur við Norðlýsið, at tey onga fráboðan hava fingið um skipið, men vita, at tað hevur ligið á Havnini allan dag, og er helst komið higar á sightseeingtúri.
Tó at ikki nógvar fráboðanir um ferðamannaskip eru komnar hendavegin, so vita vit at 4. juni kemur eitt ferðamannaskip higar sum kemur at liggja allan seinnapartin.