Í kvøld kl. 19 verða tveir áhugaverdir fyrilestrar í Miðhøllini á Skúlatrøð. Tað er stjórin á Varðanum Pelagic Bogi Jacobsen og borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim, sum fara at halda fyrilestrar.
Kl. 19:00
ÚR ØSKUNI INN Í FRAMTÍÐINA
Bogi Jacobsen, stjóri í uppisjóvarvirkinum, Varðin Pelagic, greiður frá endurbyggingini av uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri og visiónum aftan fyri virkið á Tvøroyri.
Framtíðin í fiskivinnuhøvuðstaðnum
Jógvan Skorheim borgarstjóri greiður frá menningini av Klaksvík og visiónunum og ætlanum, sum býráði hevur sett út í korti og framtíðarkørmum fyri vinnu-, handils- og mentanarlív.
Aftaná framløgurnar verður høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Eisini ber til hjá fólki at royna serliga 3D útgerð og uppliva framtíðar miðbýin í Klaksvík í tykisveruleika (virtual reality).
Eisini bjóðar Sjómannadagur kaffi og smákøkur.



