Vodafone bjóðar nú øllum sínum kundum Vodafone RED við fríari talu, fríum sms’um og internet íroknaðum. Talan er um púra vanlig hald, sum kundar hjá Vodafone kenna tað í dag. Kundarnir koma ikki at uppliva nakra broyting, um teir velja at taka av RED – bara lægri prísir, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.
Vodafone bjóðar nú øllum sínum kundum Vodafone RED við fríari talu, fríum sms’um og internet íroknaðum. Talan er um púra vanlig hald, sum kundar hjá Vodafone kenna tað í dag. Kundarnir koma ikki at uppliva nakra broyting, um teir velja at taka av RED – bara lægri prísir, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.
Tíðindaskriv
Vodafone RED er heitið á nýggjum Vodafone haldum við fríari talu, fríum sms’um og internet er íroknað. Nýggju haldini koma øllum kundum til góðar – bæði vinnu og privat kundum.
– Øll við vanligum haldum kunnu nú fáa ein fantastiskan prís á fríari talu og fríum sms’um. Lægsti prísurin er 299 krónur um mánaðin, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.
Bíligasta haldið verður RED S fyri 299 krónur. Red M fer at kosta 379 krónur, og Red L fer at kosta 449 krónur um mánaðin. RED haldini geva nógv fleiri møguleikar at snikka saman hald og eykatænastur, sum kundin ynskir. Stóri munurin millum RED haldini er, at størru haldini hava eina munandi mongd av internet íroknað.
Internet við í haldini
Nýggju RED haldini fara sum nakað nýtt at hava internet íroknað.
– Øll haldini fara at hava internet íroknað. Vit vita, at tørvurin á internet á fartelefonina er vaksandi, og tað er framtíðin, at fartelefonin fer at brúkast nógv meira til at vera online, líkamikið hvar tú ert, sigur Gudny Langgaard.
Tað er eisini mongdin av internet, sum er stóri munurin millum nýggju RED haldini. Í tí størsta Vodafone haldinum fært tú heili 1.000 MB við í haldinum, í RED M 500 MB og í RED S hevur 100 MB íroknað hvønn mánað.
– Hetta er ein munandi príslækking á talu og internet í einum, sum veruliga fer at gera mun hjá okkara kundum, sigur Gudny Langgaard.
Áhaldandi menning
Vodafone RED er heitið á nýggju haldunum hjá Vodafone. Fyri Vodafone kundar í øðrum londum er navnið heldur ikki ókent.
– Vodafone Red verður brúkt av Vodafone í stórt sæð øllum londum, har Vodafone er, og vit eru sera fegin um at kunna okkara kundum hesa møguleikar eisini. Vodafone Red er heilt nýggjur møguleiki hjá fólki at brúka fartelefonina til allan teirra samlaða tørv – til at at tosa, senda boð ella at vera á netinum, har tú ert, sigur Gudny Langgaard.




