Vit hava nógv ymiskt at bjóða gestum okkara og gleða okkum sjálvsagt til Norðoyastevnu. – Ongin ivi um, at gestir okkara frá Klaksvík og aðrastaðni fáa eina hugnaliga uppliving, um tey støkka inn á gólvið í Fríðu, tað sigur Mimmy Vágsheyg, leiðari á ”FRÍÐU” í Klaksvík.
Vit hava nógv ymiskt at bjóða gestum okkara og gleða okkum sjálvsagt til Norðoyastevnu. – Ongin ivi um, at gestir okkara frá Klaksvík og aðrastaðni fáa eina hugnaliga uppliving, um tey støkka inn á gólvið í Fríðu, tað sigur Mimmy Vágsheyg, leiðari á ”FRÍÐU” í Klaksvík.
Toymið, ið starvast á Nósloyarpálsgøtu 7, eru Mimmy Vágsheyg, leiðari, Kára Mikkelsen, kokkur og kondittari, Margret Heldarskarð, kokkur og barista, Høgni Olsen og Rasmus Biskopstø, barista. Leiðarin sigur um starvsfelagar sínar, at tey øll í felag tráða eftir at góðska og hugni eru í hásæti.
FRÍÐA er eitt kaffihús, sum er uppkallað eftir Føroya fyrsta skipi, Royndini Fríðu, og opnaði dyrnar á fyrsta sinni í mars í ár. Móttøkan hevur verið ótrúliga góð, sigur Mimmy. Vit hava frá byrjan av lagt dent á at skapa eina góða heildaruppliving og fram um alt at bjóða bæði nýggjar og frískar rávørur. Umframt alskyns kaffi leggja vit dent á at borðreiða við drykkjuvørurum av góðsku og vínúrvalið umfevnir einans úrvælsvín. Ymiskar øl eru eisini at fáa á Fríðu, um tørvur er á tí. So til ber at njóta Føroya Bjór drykkir samstundis, sum tú nýtur útsýnið yvir á bryggjaríið, leggur Mimmy skemtandi afturat.
Vit eru ikki ein náttklubbi, undirstrikar Mimmy. Opið er frá kl. 9.30 á morgni til kl. 20.00 um kvøldi vikudagar, men fríggjakvøld og leygarkvøld er opið til á miðnátt, og sunnukvøld til klokkan 22. So tá ið náttklubbarnir lata upp, lata vit aftur.
Vit húsa eisini hugnaligar live framførðslur, og leygarkvøldið, aftaná ársins hallarkabarett, fer dugnaliga Elinborg Pállsdóttir at framføra síni løg.
Vit fegnast um, at terassan á vestursíðuni er opnað, tí hetta gevur gestum okkara einanstanandi møguleikar at njóta mat- og drykkivørurnar saman við vesturskyninum um summarið. Har er fjálgt og útsýnið niðan ímóti Háfjalli, Hálgafelli og Klakkinum er frálíkt.
Fríða ger nógv burturúr at borðreiða dygdargóðar caférættir, og vit hava ein útlærdan konditara, ið dugir sítt kramm við køkum og søtum vørum, omaná og afturvið. Vit hava eitt stórt úrvæl av vælbryggjaðum kaffisløgum ið hoyra til eitthvørt kaffihús. Eisini eru vit fegin um at bjóða eitt breitt og lekkurt úrvæl av te sløgum. Starvsfólkini eru altíð til dystin fús at geva vegleiðing, um tú leitar eftir eini øðrvísi te og kaffi uppliving.
Jú, sigur Mimmy Vágsheyg, at enda, ”FRÍÐA” er tilreiðar til stevnuna, og vit vóna at gestir úr øllum landsins hornum fáa eina deiliga uppliving í okkara nýggja kaffihúsið og eina góða Norðoyastevnu.




