Umframt vanligu ferðaskránna, so er møguleiki at gera eina ferð har silgt verður oman eftir Themsen til Greenwich
Har ein stór framsýning er av skipum og ymiskum tólum í samband við sigling og skipaferðslu.
Ár framsýningini finnast m.a. lutir, sum eru tikinir upp av kendastu vanlukkuni á sjónum tá Titanic fórst.
Eisini ber til at ganga niðan á heggin har kenda "observatorium" og møguleiki er at standa á sjálvum Null-longdar-stiginum.
Í góðveðri er sera gott útsýni av heygnum út yvir Themsen og London.
Bátarnir hava altíð ein ferðaleiðara, sum greiða frá tí sum er at síggja á túrinum.




