Av politistøðini í Klaksvík frætta vit, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt, hóast sera nógv fólk hevur verið í býnum.
Vit hittu John Damberg, tá vit ringdu á politistøðina at frætta um, hvussu gingist hevði í nátt, nú hópur av kampingvognum og ikki minni av teltum og fólkatalið í Klaksvík kanska er tað dupulta av tí tað plagar.
Jú, sigur John Damberg, tað skal eg so væl siga tær, politiið var boðsent tí tvey full fólk lógu onkustaðni, men tá vit komu á staðið vóru tey komin á beint aftur, tað var tað, síggi annars í døgnrapportini at meira er hent í Havn, legði John afturat við einum argandi látri.
So fingu havnamenn tað.




