Rækjutrolarin Fríðborg fekk í gjárkvøldið ein sjógv sunnanfyri Kappan.
Nakrir rútar fóru inn á brúnni, men vit frætta frá MRCC støðini, at eingin av manningini hevur fingið skaða, og at eingin vandi er á ferð.
Fríðborg, fyrrverandi Napoleon, hjá Tummas Justinussen fekk í gjárkvøldið ein sjógv. Tummas Justinussen dugir ikki siga greitt siga, hvussu stórur skaðin er.
Av MRCC støðini verður sagt, at teir fingu boðini um 20:30 tíðina í gjárkvøldið. Nakrir rútar á brúnni vóru farnir inn og hevði sjógvurin oyðilagt nakað av útgerð. Manningin hevur fingið plátur fyri brotnu rútarnar.
MRCC støðin veit at siga, at manningin hevur tað gott og eingin vandi er á ferð.
Hin rækjutrolarin hjá Tummas Justinussen, Havborg, var á leiðini og er á veg til Fríborg. Tíðliga í morgun hevði Havborg 70 fjórðingar til Fríðborg. Sjálvt um veðrið er batnað, so eru sjógvurin so mikið ljótur, at teir ikki fáa siglt við fullari kraft og tí mugu sloá.
Fríðborg var á veg til Grand Bank við 17 monnum, tá hann sunnan fyri Kappan í illveðrið fekk sjógvin.
Tummas Justinussen sigur, at enn er ikki avgjørt hvar skipið fer inn at bøta um skaðan.




