Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Friðingarnevndin krevur at Eysturkommuna fjernar neystini í Leirvík

John William Joensen

Málið um bygging av neystum og bátahyli á Toftnesi í Leirvík var viðgjørt í friðingarnevndini í september mánað í fjør. Karl Jóhannesen, sýslumaður, sigur at nevndin staðfesti at baði neyst og bátahylur eru bygd uttan loyvi og at nevndin kravdi at kommunan fjernaði neystini. Málið var sent yvirfriðingarnevndini.

Í summar kom kærunevndin í lendismálum til tað niðurstøðu at nýggi bátahylurin, neyst á Toftnesi og nýggi vegurin gjøgnum leirvík vóru bygd uttan nakra heimild og neyðug loyvi og samstundis ógyldaði kærunevndin byggiloyvi.

Lokala friðingarnevndin tók síðani málið upp, men vegna gegnistrupuleikar hjá nevndarlimi var málið flutt til friðingarnevndina í norðoya sýslu og hon viðgjørdi málið hálvan september í fjør.

– Nevndin er komin til tað niðurstøðu at byggingin av neystum og bátahyli í Leirvík er farið fram uttan neyðug loyvi. Tí er niðurstøðan at neystini skullu takast niður og málið er sent yvirkærunevndini sum eftir ætlan fer at viðgera málið um hálvan oktober, segði formaðurin í friðingarnevndini, Karl Jóhannesen sýslumaður, í samrøðu við Norðlýsið tann 26. september 2013.

Sum skilst skal yvirfriðingarnevndin hava fund tann 18. í hesum.