Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Friður á pallinum: Hvør er Belinda Blair?

Jóhann Lützen

Okkara næsti persónur úr ‘Friður á pallinum’ er Belinda Blair

Belinda er tann skilagóða og klóka í bólkinum við einum altíð jaligum hugburði. Hon er ein álítandi sjónleikarinna og dugir at glatta tingini út tá bylgjurnar ganga høgar. Henni dámar tó eisini væl at ganga við slatri tá okkurt forkunnugt er at slatra um.

Belinda spælir saman við leikaranum Freddie, ríkmansparið Flavia og Philip. Men í veruleikanum er Belinda ikki sein at verja og ansa eftir sínum viðspælara Freddie, sum hon tykist at hava sterkar kenslur fyri.

“Friður á pallinum” hevur Michael Frayn skriva, Andrias Justesen hevur umsett, Annfinnur Heinesen leikstjórnar og Edward Fuglø ger pall.

Nýggju sjónleikarar eru á pallinum og Durita Samuelsen spælir leiklutin sum Belinda/Flavia.

Frumsýning verður 24. Oktober í Varpinum í Klaksvík. Hetta verður sera skemtiligt, spælt verður bert í góða viku, at hava tað stuttligt er ikki ein sjálvfylgja. Atgongumerki fáast á https://atgongumerki.fo/3473860/all?s=Fri%C3%B0ur…