Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-Taylor?

Jóhann Lützen

Poppy er hjálparpallstjóri í leikinum Friður á pallinum, hon er kensluborin, meðan hon roynir at halda kaotisku framleiðsluna saman.

 

Hon kennir seg stressaða í øllum persónliga dramanum millum leikararnar, men hon er tann, sum heldur alt saman aftanfyri kulissurnar. Poppy er nýggj í starvinum, og hevur ymisk loyndarmál sum hon vil út við.

“Friður á pallinum” hevur Michael Frayn skriva, Andrias Justesen hevur umsett, Annfinnur Heinesen leikstjórnar og Edward Fuglø ger pall.

Nýggju sjónleikarar eru á pallinum og Eliana Svøðstein spælir Poppy.

Frumsýning verður 24. Oktober í Varpinum í Klaksvík. Hetta verður sera skemtiligt, spælt verður bert í góða viku, at hava tað stuttligt er ikki ein sjálvfylgja.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo