Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FríðuTónar: Tinganest á pall leygarkvøldið kl. 20.00

Jóhann Lützen

Fyri einum sløkum ári síðani vóru teir á palli seinast í Klaksvík, og var tað ein framúr tónleikaframførsla, ið teir diskaðu upp við. Fyri fullsettum sali, spældi kendu tónleikararnir úr Vágum øll tey bestu løgini úr savninum. Nú fara teir aftur á pall!

Fyri kortum vann Jóan Jakku Guttesen, ið er ein av forsangarunumí Tinganest, stóra FMA heiðurin “Ársins tónleikaheiður”.

Viðhvørt verður tikið til um tiltikna bólkin, at tað er sum við víninum – tað blívur betri við árunum.

Leygarkvøldið fara teir aftur á pall á FríðuTónum, og fólk kunnu gleða seg til enn eina framúr konstert.

Tinganest verður sagdur at verða Føroya størstu kultbólkur.

Bólkurin byrjaði at spæla í sjeytiárunum, og nú, nærum 50 ár seinni, spæla teir enn.

Núverandi manning í Tinganest er:

Finnur J. Jacobsen trummur og sang,
Jóan Jakku Guttesen bass og sang
Holgar Jacobsen guitar og sang
Magnus á Stongum guitar og sang

Vit gleðast um at kunna bjóða Tinganest til FríðuTónar leygardagin 15. apríl kl. 20.00 á Kafe Fríðu.

Atgongumerki kunnu keypast her:
FríðuTónar við Tinganest | Fríða (frida.fo)

Harleywoodpaint