Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frihedsbrevet fær 19 milliónir

Jóhann Lützen

Miðilin, ið Barbara Holm verður “blað”stjóri á, og sum Mads Brüggers, ið er filmsleikstjóri, journalistur og fyrrverandi programmleiðari á Radio24syv, rekur, hevur fingið knapt 19 milliónir til tað, ið verður rópt “fri leg”. Millum íleggjararnar telist ein navnframur føroyingur.

Miðilin Frihedsbrevet við Barbaru Holm og Mads Brüggers á odda hevur fingið eina kapitalinnspræning upp á knapt 19 milliónir frá ymiskum forrætningsfólkum. Millum hesi eru eitt nú Bjørn Høi Jensen, kendur sum “kapitalfondkongen” og Jean Jørgen Viet-Jacobsen, kendur sum “Skattelykongen”. Hesir báðir eiga nú 68 prosent av partabrøvunum. Tilsamans eru 10 vinnulívsfólk, sum skjóta pening í gjøgnum 9 feløg.

 

Íleggjararnir ella investorarnir eru hesir:

Bjørn Høi Jensen: 5 mió. kr. gjøgnum Zeno ApS.

Denis Jean Jørgen Viet-Jacobsen: 5 mió. kr. gjøgnum Desolix Aps.

Jannik Kruse Petersen: 2 mió. kr. gjøgnum JKP Holding ApS.

Henning Kruse Petersen: 1,5 mió. kr. gjøgnum 2KJ A/S.

Mikkel Bülow-Lehnsby: 1,5 mió. kr. gjøgnum Two Degrees ApS.

Niels Heini Mortensen: 1,5 mió. kr. gjøgnum NM Holding.

Henrik Juul & Lene Winum Juul: 1 mió. kr. gjøgnum Hrmoro ApS.

Christian Paulsen: 1 mió. kr. gjøgnum Seatwo ApS.

Jesper Theil Thomsen: 107.926 kr. gjøgnum J.T.T. Holding ApS.

 

Harumframt setti ein nevndarlimur í Frihedsbrevet, Max Cantor, í mars 75.000 krónur í felagið.

 

Kelda: Per Mathiessen/Ekstrabladet.