Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Frimodt Rasmussen og Sunneva Simonsen Ludvig á listanum

Tíðindaskriv

Norðoya Sambandsfelag er liðugt við uppstillingina til løgtingsvalið.

2 valevni eru á listanum, og eru tey

Sunneva Simonsen Ludvig, Hvannasund og Frimodt Rasmussen, Klaksvík.

Sunneva starvast sum kokkur á sambýlinum í Bøgøtu, er gift Rúna og eiga tey 4 børn.

Í politikki vil hon m.a. leggja dent á tryggar karmar til fiski- og aðra vinnu, tunlar norður um fjall, eitt vælvirkandi heilsuverk,

Frimodt er stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, giftur Lindu og eiga tey 5 børn.

Millum hjartamálini er m.a. almennar vælferðartænastur og at fiskivinnan og vinnulív annars fáa góðar karmar at mennast í.

Norðoya Sambandsfelag