Tá ólavsøkurøða løgmans var til viðgerar í løgtinginum í morgun fekk Frimodt Rasmussen ein spurning úr salinum, ið gekk uppá hvat hann helt um, at Tjóðleikhúsið skuldi byggjast á Bursatanga í Tórshavn
Tað var Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, ið setti Frimodt Rasmussen spurningin. Norðoya tinglimurin svaraði uppá fyrispurningin at hann takkaði fyri ein leiðandi spurning og spurdi síðani hví tjóðleikhúsið ikki verður lagt í Klaksvík har stórfingið mentanarhús longu er reist .




